Business Vágur
Business Vágur er ein nýggj tænasta til vinnuna í Vági og nærumhvørvinum. Vágs kommuna hevur í fleiri ár bjóða eina tænastu til íverksetar, sum fevndi um íverksetanarstuðul, skrivstovu, hjálp til at stovna felag og aðra praktiska hjálp. Hendan tænastan verður nú víðka, so íverksetar eisini kunnu fáa vegleiðing og sparring til at gera hugskot til veruleika. Umframt hjálp til íverksetan, fevnir tænastan eisini um alt vinnulívið. Business Vágur fevnir tískil um:
Íverksetan
Virkis- og vinnumenning
Samskipan, so at vinnulívið í felag kann arbeiða ítøkiliga við verkætlanum, tiltøkum og øðrum
Business Vágur vil verða við til at skapa menning í nærumhvørvinum - hetta við, at vinnan hevur ein lokalan sparringspartnara, ið hevur til høvuðsuppgávu at hjálpa lokalu vinnuni. Samskiftið við lokala vinnulívið skal skapa grundarlag fyri møguleikum og loysnum, ið kunnu skapa framburð í kommununi, í vinnuni og í nærumhvørvinum.
Business Vágur verður skipað undir Vinnu- og havnanevndini.
Virkis- og vinnumenning
Umframt at víðka tilboðið til íverksetarar, so er Business Vágur ein tænasta til onnur vinnurekandi, ið gevur vinnuni møguleika at venda sær til Vágs kommunu í samband við ráðgeving, sparring og annað. Ráðgeving og sparring kunnu umfata viðurskifti, ið hava týdning fyri rakstur og menning av fyritøkuni.
Vágs kommuna ynskir eisini at verða við til at samskipa vinnulívið, soleiðis at betri samstarv verður, og at vinnulívið í felag arbeiðir ítøkiliga við verkætlanum, tiltøkum o.ø. Business Vágur verður ein virkin tænasta, sum tí eisini loyvir sær at taka fyrsta stigið og koma út til vinnuna við hugskotum og møguligum loysnum í samband við eitthvørt.
Ein partur av tænastuni er eisini at tryggja, at samskiftið millum kommununa og vinnuna er nøktandi. Tænastan hevur sætið í Miðlatúni, har dyrnar eru opnar mánadag til leygardag, so vinnurekandi kunnu støkka inn á gólvið í samband við eitthvørt.
Ein vinnudagur verður hildin árliga, umframt, at tað gjøgnum árið eru tiltøk, ið samla vinnuna sum heild og ymsu vinnugreinarnar hvør í sær.
Íverksetanarstuðul
Vágs kommuna leggur stóran dent á at skipa bestu karmar til íverksetan og vil fegin virka við til, at nýggjar vinnur og nýggj vinnurekandi fara at virka í Vági. Til hetta bjóðar kommunan ymsar tænastur undir felagsskipan, nevnast kann:
- Hjálp til stovnan av virki og praktiska kunning
- Ígongdsetanarstuðul
- Ókeypis skrivstovu
- Samstarv við Íverksetarahúsið
Treytirnar fyri at gerast partur av hesari skipan eru, at:
- viðkomandi má ikki hava átt felagi fyrr.
- viðkomandi má ikki hava verið stjóri ella nevndarlimur í felagi fyrr.
- viðkomandi má ikki hava fingið líknandi hjálp frá kommununi fyrr.
Vágs kommuna bókar ikki og setir heldur ikki roknskapir upp fyri vinnurekandi ella onnur.
Kommunuskrivstovan bjóðar hjálp og kunning í samband við:
- at útvega nýtt v-tal frá Taks.
- at uppseta fíggjarætlan.
- atgongd til vinnugluggan.
- mvg-skráseting.
- nýtt kontonummar.
- atgongd til netbanka.
Hetta er ókeypis tænasta.
Reglugerð fyri skipanina við Ígongdsetarastuðli
§ 1.
Fyritøkur, við heimstaði í Vágs kommunu, kunnu søkja Vágs kommunu um at veita stuðul til keyp
av ráðgevingartímum hjá vinnuráðgeva, grannskoðara, sakførara ella øðrum fakfólki.
Stk. 2
Við fyritøku verður skilt m.a. partafelag, smápartafelag, íognarfelag og sjálvstøðug vinnurekandi.
Stk. 3.
Stuðulin kann bara verða latin nýstovnaðum fyritøkum ella fyritøkum undir stovnan. Fyritøkur, sum
hava verið virknar, men eru steðgaðar og nú vilja í gongd aftur, kunnu ikki fáa stuðul.
Stk. 4.
Samanlagt kann sama fyritøka í mesta lagi fáa stuðul á 20.000 kr. til keyp av ráðgevingartímum.
§ 2.
Stuðulin er treytaður av, at ráðgevin antin er skrásettur, ella at hann á annan hátt formliga hevur
hóskandi førleikan.
Stk. 2.
Stuðul verður latin eftir umsókn á serstøkum umsóknarblaði. Einstaki stuðulin er treytaður av, at
rúmd er á tí játtan, sum kommunan árliga setur av til tiltakið.
Stk. 3.
Umsóknin verður svarað í seinasta lagi 14 dagar eftir, at umsóknin er latin kommununi.
§ 3.
Í umsóknini skal í minsta lagi vera frágreiðing um:
- Endamálið við ráðgevingini.
- Endamálið hjá fyritøkuni.
- Fíggjar- og rakstrarætlan.
- Yvirlit yvir eigaraviðurskifti, nevnd og stjórn.
Henda reglugerð er góðkend á býráðsfundi 21. august 2006 og hevur gildi frá 21. august 2006.
Umsóknarblað er her.
Vágs kommuna bjóðar íverksetum og nýggjum vinnum í Vágs kommunu ókeypis skrivstovu.
Skipanini gevur íverksetum atgongd til skrivstovupláss, har tað er internet, prentari, uppvørpa og kaffistova. Harumframt er eisini atgongd til bæði størri og minni fundarhølir.
Skipanin er ætlað nýstovnaðum fyritøkum, fyritøkum undir stovnan, nýggjum vinnum os.fr., og kunnu íverksetar fáa atgongd til ókeypis skrivstovu í eitt tíðarskeið frá 1 mánað upp til 12 mánaðir.
Ivast tú, um tú lýkur treytirnar, so er bara at seta teg í samband við Vágs kommunu.
Vágs kommuna hevur skipað samstarv við Íverksetarahúsið, sum førir við sær, at Íverksetarahúsið kemur at verða ráðgevi hjá nýggjum íverksetum í Vági.