Virkin Vágur
Vágs Kommuna ynskti eitt heilsuátak fyri øll í kommununi og ynskið var, at tað skuldi vara allan februar mána. Hetta varð byrjanin uppá átakið Virkin Vágur, sum var í februar 2021. Endamálið við heilsuátakinum er at seta sjóneykuna á heilsuna hjá Vágbingum, og at varpa ljós á tey mongu tilboðini, sum eru í Vági.
Umráðandi er, at øll kunnu luttaka, bæði børn, ung, vaksin, eldri og fólk við rørslutarni. Virkin Vágur leggur seg eisini eftir, at okur hava tað stuttligt saman, og at nógv rørslutiltøk og fyrilestrar eru at velja í. Ítróttarfeløgini og einstaklingar í Vági eru við í átakinum, og skipa hesi fyri venjingum innan teirra øki. Virkin Vágur er eisini ein kærkomin møguleiki hjá ymsu feløgunum at varpa ljós á, hvat teirra felag hevur at bjóða.
Verkætlanin hjá Fólkaheilsuráðnum - ABC fyri sálarliga heilsu - er eisini nakað, sum okur hava í huga, tá tiltøkini verða skipaði. Tað, at fólk eru saman, eru hugbundin og virkin, gevur trivna og lívsgleði.
Virkin Vágur 2024
Virkin Vágur er afturvendandi heilsuátakið, sum Vágs Kommuna skipar fyri í samstarvið við feløg og einstaklingar í Vági. Hetta er triðja árið, at Virkin Vágur verður fyriskipað. Og tankin við átakinum er hin sami, eitt heilsuátak fyri øll í ein heilan mánað. Í februar verður sostatt sjóneykan sett á heilsuna hjá borgarum í Vági og ljós varpa á tey mongu og ymisku tilboðini, sum eru í Vági.
Lesið skránna her.
Í almennu Virkin Vágur skránni eru 92 tiltøk, sum eru í februar mánað. Øll tiltøkini kunnu setast í samband við ABC boðskapin hjá Heilsustýrinum. Ynski er, at tiltøkini kunnu stuðla undir einum heilsugóðum mánaði fyri borgarar í Vági - bæði sálarligu- og kropsliguheilsuni.
Lesið skránna her.
Væl eydnaða heilsuátakið Virkin Vágur varð endurtikið í 2022. Fyrsta februar fór Virkin Vágur av bakkastokki, og eins og í 2021, so var talan um ein heilan mána við heilsuátøkum, har heilsan verður sett í miðdepilin.
Heilsuátakið Virkin Vágur byrjaði fríggjadagin 28. januar, tá Fólkaheilsuráðið kom í Miðlatún, har tað stóð øllum í boðið at kanna vøddamongd, feitprosent, BMI og vekt. Hetta var millum kl. 12.00 og 18.00. Fólkaheilsuráðnum gjørdi eisini mátingar í Miðlatúni leygardagin 29. januar millum kl. 10.00 og 14.00.
Fyrsta februar varð so næsta startskotið latið av, tá Virkin Vágur av álvara fór av bakkastokki. Í ein heilan mána var alskyns tiltøk, sum vóru góð fyri heilsuna – bæði kropsligu og sálarligu heilsuna – og vóru knýtt at ABC hugtakinum fyri sálarliga heilsu.
Í 2022 var Virkin Vágur enn størri. Heili 97 almenn tiltøk vóru í Vági, sum Vágs Kommuna, ítróttafeløg og einstaklingar í Vági skipaðu fyri. Umframt mátingarnar hjá Fólkaheilsuráðnum, kann nevnast, at tríggir almennir fyrilestrar vóru, eitt selfie-run, alskyns ítróttatiltøk, saunakvøld, sjavsur, yoga og borðspælkafe. Skráin sæst niðast í tíðindastubbanum.
Sum nakað nýtt, so høvdu okur eitt mál fyri Virkin Vágur 2022, sum var; at vit øll, samanlagt í februar, klára at ganga og renna í alt 2.000 kilometrar.
Eins og í 2021, so vóru tað fleiri kappingar millum deildar myndir. Hvørja viku vóru vinningar, og til síðst var ein høvuðsvinningur uppá spæl. Høvuðsvinningurin var eitt uppihald fyri tvey, í tvær nætur, á Hotel Brandan íroknað morgunmat. Kappingar vóru eisini millum øll, sum luttóku í selfie-run og 2K – Náa okur 2.000 km í februar.
Samanumtikið kundi sigast, at Virkin Vágur hevði sama endamál, sum í 2021 - eitt heilsuátak, í ein heilan mána, fyri øll.
Tá Virkin Vágur var av, so var Fólkaheilsuráðið aftur í Miðlatúni og gjørdi mátingar (4. og 5. mars). Sostatt bar til hjá øllum at síggja, um Virkin Vágur hevði gjørt kroppsligan mun.
Skráin
Almenna skráin fyri Virkin Vágur 2022 kann lesast her.
Virkin Vágur var eitt heilsuátak, sum Vágs kommuna saman við Fólkaheilsuráðnum, ítróttarfeløgum og einstaklingum skipaði fyri í februar 2021. Heilsuátakið var bygt uppá grundarsteinarnar í ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, sum er; ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Endamálið við Virkin Vágur var, at seta sjóneykuna á kropsligu- og sálarliguheilsuna hjá borgarum í kommununi, og at átakið skuldi koyra í ein heilan mána.
Virkin Vágur var samansett av heilsufremjandi tilboðum sum longu vóru í Vági og av nýggjum tilboðum og tiltøkum, sum blivu ment til átakið av ítróttarfeløgum, einstaklingum og kommununi. Nú februar mánið er lokin so kann vísast á, at heili 65 almenn heilsufremjandi tilboð og tiltøk vóru. Luttøkan til øll tilboðini og tiltøkini hevur verið sera góð, í nøkrum føri langt yvir tað, sum vænta varð. Sum fyriskiparar høvdu okur trupult at áseta, hvat okur væntaðu og hvat móttøkan av Virkin Vágur fór at vera. Sum dømi kann nevnast tiltakið, har Fólkaheilsuráðið bjóðaði øllum at viga seg, máta BMI og feittprosent. Okur vóru sera varðin at seta eitt tal av luttakarum á fyri at okur kundu meta tiltakið sum væl eydna. Borgarstjórin var nøgdur um 40 komu. Tað komu 180 fólk, harav 27 frá øðrum kommunum. Tvs. at áleið 14% av íbúgvunum í kommununi yvir 18 ár vigaðu og máldu BMI og feittprosent. Sigur Magnus Pauli West, fyriskipari.
Heilsuátakið skapti eisini ein serliga góðan hýr í millum borgarar í kommununi. Fólk tóku Virkin Vágur til sín og gjørdu tað til sítt egna. Nøkur settu sær mál, t.d. at ganga 80 km í februar, nøkur vildu luttaka á so nógvum tilboðum, sum gjørligt, og nøkur settu sær fyri at verða eitt sindur meira virkin í gerandisdagnum, enn tey vóru í januar. Nakrir stovnar og nakrar fyritøkur tóku eisini Virkin Vágur til sín og eggjaðu til meira rørslu í dagtímunum. Og hettar hevur havt jaliga ávirkan á heilsuna. Okur hava hoyrt um fólk, sum hava blaka nøkur kilo av sær. Somuleiðis hava okur hoyrt frá heilsumiðstøðini, at tey hava merkt mun á borgarum, meðan Virkin Vágur hevur koyrt. Alt hettar gleðist kommunan um.
Tað sum eydnaðist so væl við Virkin Vágur var, at okur raktu ein sera breiðan bólk av borgarum. Øll kundu verða við og okur settu ongin krøv ella væntanir til hvønn einstakan borgara. Okur vildu bara vísa á, at í Vági eru nógv góð heilsufremjandi tilboð og at tað skal ikki so nógv til, fyri at verða meira virkin og fáa tað betur kropsliga og sálarliga. Jeg haldi, at okur gott kunna siga, at vágbingar hava verið virknir, verið saman og verið hugbundnir í ein heilan mána, sigur Magnus Pauli West.
Borgarstjórin er eisini fegin.
Síðan 1. februar hevur Virkin Vágur verið ein partur av gerandisdegnum hjá einum stórum parti av Vágbingum. Undirtøkan hevur verið sera góð og fólk hava eggja hvørjum øðrum, at gera eitthvørt rørðsluátak. Eisini hava lokafeløgini verið virkin við at fáa fólk at røra seg, t.d er flogbóltur farin í gongd aftur, eftir at hava ligið í dvala í nøkur ár. VB skipaði fyri heilsuhondbólti, sum er eitt nýtt átak, og Vágs Kappróðrarfelag skipaði fyri inniróðri í hugnaligu hølinum hjá felagnum. Fólk úr øðrum bygdum í Suðuroynni hava eisini tikið Virkin Vágur til sín og verið við í teimun átøkum sum feløgini í Vági hava skipa fyri.
Skráin
Almenna skráin fyri Virkin Vágur 2021 kann lesast her.