TT

Kamping Vágseiði

Kamping í Vági og náttúruni kring Vág

Eiðisvegur 21, 900 Vágur, Føroyar

Kamping Vágseiði liggur í sera vøkrum umhvørvi við vatnið í Vági. Stutt er til fótbóltsvøllin á Eiðinum, VB-húsið, Vágs høll og vøkru náttúruna vesturi á Vágseiði. Gøta er frá kampingplássinum og oman til gøtuna kring vatnið, og stutt er til gongu ella við bili heim í býin.

Á kampingøkinum er pláss til 12 til kampingvognar. Við kampingøkið er eisini tjaldingarøkið, har tað er pláss fyri 40 tjaldum.

Á kampingøkinum eru allir hentleikar: el, vatn, atgongd til wc og brúsu, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu.

Allir heintleikar á Kamping Vágseiði taka atlit til fólk við rørslutarni.

Kostnaður

Kostnaður fyri hvønn kampingvogn er 220 kr. um dagin. Prísinurin fevnir um tvey fólk í vogninum. Eru fleiri enn tvey fólk í vogninum, so rindað hesi 120 kr. um dagin.

Kostnaður fyri at gista í tjaldi er 120 kr. um dagin fyri hvønn persón.

Íroknað gjaldið er el, vatn, atgongd til brúsu og wc, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu.

Bílegg

Vitjandi kunnu lætt bíleggja pláss á Kamping Vágseiði heimasíðuna. Tað ber til at bíleggja online pláss til tjald og kampingvogn her.

Eisini ber til at ringja og skriva til Visit Suðuroy, Vágur, á info@vagur.fo.

 

 

Send fyrispurning