TT

Frítíðarvirksemi

Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi, at borgarar hava atgongd til eitt fjøltáttað frítíðarvirksemi. Í Vági kunnu borgarar íðka ítrótt, røra seg, og hava lætta atgongd til ítróttartilboðini í kommununi. Í Vági finnast alskyns formar fyri rørslu- frítíðar- og ítróttartilboð; so sum fótbóltur, flogbóltur, hondbóltur, rógving, svimjing og renning.

Ítróttar- og frítíðarfeløg

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir ítróttarfeløg í kommununi.

 

FC Suðuroy - fótbóltur

Fótbóltsfelagið FC Suðuroy er eitt samstarv millum VB og Sumba, og varð stovnað í 2010. Virksemið hjá felagnum fevnir um allar aldursbólkar, og hevur, umframt fótbólt til vaksin, eina ungdómasdeild. Felagið skipar eisini fyri ”Skúlafótbólti” sum er ein fótbóltskapping fyri allar fólka- og miðnámsskúlar í landinum. FC Suðuroy skipar eisini fyri Heilsufótbólti.

FC Suðuroy venur á Eiðinum og í Marghøllini í Vági. Les meiri um FC Suðuroy á facebooksíðuni.

VB - hondbóltur

VB hevur spælt hondbólt í Vági síðan fyrst í 1940 árinum, serliga er tað kvinnuhondbóltur sum ger seg galdandi. VB hevur hondbólt fyri bæði vaksin og børn.

Í august mánaði skipar VB fyri ”Faroe Islands Handball Cup”, sum vann heiðurin sum ”Ítróttarátakið 2020” og tey hava eisini Hondbóltsskúla á hvørjum árið. Guðrið Krosslá Augustinussen hjá VB vann eisini heiðurin sum ”Ársins ítróttarfyrimynd 2020”

VB venur í Vágs Høll. Les meiri á heimasíðuni hjá Vágs Bóltfelag og á facebook.

Vágs Kappróðrarfelag - kappróður

Felagið er stovnað í 1943 og lutekur í FM róðrum við fleiri bátsmanningum.

Virksemið hjá felagnum spennir yvir nærum allar bátastøddir í uttandura róðrum eins og felagið hevur barnaróður. Seinastu árini hevur felagið eisini gjørt seg galdandi innan fyri inniróður, har Dánja Martin Hofgaard hevur vunnið altjóða stevnur - seinast europameistaraheitið í 2020. Fyri tey yngru hevur Nóa Rúnason vunnið dupult Danmarksmeistaraheitið í 2020.

Felagið byrjaði í 2018 uppá eitt nýtt neyst á havnalagnum í Vági. Í 2021 bleiv tað alment tikið í nýtslu, so tað í dag er sera snotuligt og ein góður karmur um venjingar og tiltøk. Bátarnir hjá Vágs Kappróðrarfelag eru eyðkendir við hvíta og svarta litinum.

SuSvim - svimjing

SuSvim er svimjifelag fyri Suðuroy og venja tey í Páls Høll í Vági og á Tvøroyri. SuSvim varð stovnað á sumri 2007, tá Vágs Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag løgdu saman. Felagið hevur svimjarar í øllum aldri og fyri bæði kyn. Ein av kendastu svimjarinum úr SuSvim er Pál Joensen, sum hevur vunnið eitt ótal av heiðursmerkjum. Pál Høll er eisini uppkallað eftir honum.

Øll kunnu svimja við felagnum, heilt frá teimum smæstu undir skúla aldur, ið spæla/læra at svimja, til eldri sum ynskja antin at røra seg ella gerast elitu svimjarar. Les meira um SuSvim á heimasíðuni

Hvistan - renning og rørsla

Hvistan er eitt felag fyri frælsan ítrótt í Suðuroy – so sum renning, gongutúrar o.a. Felagið er fyri allar suðuroyingar; bæði stór og smá, og skipar Hvistan fyri tiltøkum kring oynna.

Hvistan skipar fyri árligu Flaggdagsrenningini, vetrarkapping, Kirvi - Føroya sunnasta ½ marathon, jóansøkurenning og heilsurenning.

Lesið meir um rørslufelagið her: Heimasíða og Facebook.

Suðurskot - bogaskjóting

Felagið venur og bjóðar almenninginum møguleika at royna bogaskjóting hvønn ónsdag millum kl. 16.00 og 22.00 í Marghøllini.

Vitja Facebook síðuna hjá felagnum her.

Skótaliðið Royndin - skótar

Skótaliðið Royndin er stovnað tann 11. august 1940, og er sostatt millum elstu skótalið í landinum.

Skótarnir eru limur í KFUM skótunum í Føroyum, sum eisini nevnast fyri “grønu skótar”, og sum eisini eiga Skótadepilin á Selatrað.

Hvørja viku eru nógv børn og ung í skóthúsinum í Vági, har tey taka royndir, læra sjálvbjargni, samanhald og annað skótakynstur.

Av og á fara tey á legur, og ofta koma skótar norðanfjørðs á vitjan. Á hesum legum eru kappingar á skránni.

Skótar arbeiða eftir patruljuskipan, har tað eru upp til 7 skótar í hvørjari patrulju. Skótarnir í hvørjari patrulju arbeiða saman til dagligt. Tey gera eina ætlan fyri dagin, og saman loysa tey ymisar uppgávur, gera mat, spæla ella taka royndir.

Øll eru vælkomin at royna seg sum skóti, og nýggir limir eru vælkomnir. Meira kunning fæst við at vitja facebook bólkin Skótaliðið Royndin.

Onnur ítróttar- og rørslu tilboð

Niðanfyri er eitt yvirlit onnur ítróttar- og rørslu tilboð í kommununi.

Disc golf

Disc golf verður spælt eins og traditionelt golf. Í disc golf verða diskar kastaðir eftir kurvum frá ymiskum frástøðum. Disc golf vøllurin hevur ein start og eina kurv, og á vøllinum kunnu verða ymiskar forðingar. Endamálið er at raka kurvurnar við fægst køstum og reglurnar eru tær somu, sum í traditionellum golf. Tó er endamálið, at hava tað stuttligt og røra seg. Til ber at spæla disc golf saman við øðrum ella sum einstaklingur.

Øll kunna spæla

Tað sum er serligt við disc golf, í mun til aðrar ítróttargreinar, er, at øll kunna spæla - óansæð aldur, kyn, likamligan styrk. Tað einasta sum krevst er teknikkur - førleika at kasta ein disk - og tað kunna øll læra. 

Fyri at gera tað lættari hjá øllum at spæla disc golf í Vági, so ber til at læna diskar ókeypis frá Magnus Paula West. Eitt depositum á 300 kr. verður tó kravt, tá diskar verða leigaðir og hetta verður latið aftur, tá diskarnir verða avleveraðir.

Til ber at lesa meira um disc golf og hvussu ein lænir diskar á heimasíðuni rams.fo. Kunning um Disc Golf Vágur og hvussu disc golf økið sær út sæst á rams.fo/discgolfvagur

Flogbóltur

Í vetrarhálvuni er motiónsflogbóltur í Vágs Høll mánakvøld kl.20.00. Hetta er bæði fyri kvinnur og menn.

Parkour

MOVE bjóðar parkour, sum serliga vekir áhuga millum børn og ung.

Umframt parkour bjóðar MOVE eisini Yoga, Acroyoga, ítrótt & útilív, persónliga venjing og ráðgeving, funktionella venjing, skaðafyribyrgjandi venjing og ymiskt annað eftir fyrispurningi.

MOVE heldur til á Líðarvegi 15 í Vági.

Suðuroyar Judofelag

Judo er ein stríðsítrótt frá Japan, sum stendur fyri “Tann mildi vegurin”. Í judo lærur man at forsvara seg sjálvan og taka fyri um man dettur. Tí í judo kastar man kontrolerandi við mótstøðu manninum/kvinnuni. Vit læra nógv um sjálvsálit og at hava virðing fyri okkara mótstøð. Judo er fyri øll, baði ung sum gomul og fólk sum berða ymisk brek. Judo er ein olympiskur sportur og ein av størstu stíðsítróttur í heiminum.

Judo og venjingartíðir

Børn frá 1. flokki og til 12 ár venja saman og vaksin frá 13 ár venja saman.

Vænt verður soleiðis:

Mánadag: 18.00 – 19.00: børn  I  19.00 – 20.30: vaksin

Tórsdag:   18.00 – 19.00: børn  I  19.00 – 20.30: vaksin

Tey, sum ynskja at royna judo fyri fyrstu fer, skulu møta til upplýstu tíðir og vera ílatin joggingbuksir og langaermaðar t-shirtir uttan lynlás.

Fyrispurningar og meira kunning fáast á suduroy@judo.fo og á facebooksíðuni Suðuroyar Judo.

Aðrir felagsskapir

Niðanfyri er eitt yvirlit aðrar felagsskapir í kommununi, sum ikki fella undir ítrótt og rørslu.

Bindikonurnar
Dagsglæman

Í góð eitthundrað ár hevur verið skipað fyri frítíarvirksemi fyri børn í Meinigheitshúsinum í Vági. Tey fyrstu árini vóru tvey hold, eitt fyri gentur og eitt fyri dreingir. Meðan dreingjaholdið datt niðurfyri, hevur gentuholdið, ið kallast Dagsglæma, hildið fram øll árini og ger tað enn. Tó so, um dreingir eru áhugaðir, kunnu teir eisini luttaka. 

Tað eru kvinnur í bygdini, ið standa fyri. Børnini brodera og binda. Onkur sangur verður sungin. Andakt og ein søga verður lisin, og tey fáa ein drekkamunn. 

Dagsglæman er í Meinigheitshúsinum fríggjadagar frá kl. 15:00 til kl. 17:00. 

Byrjað verður á hvørjum ári um mánaðarskifti septembur/oktobur, og endað verður seinast í marts. Tá verða tilvirkaðu lutirnir, og annað, ið er latið til høvi, seldir. Peningurin frá hesi útsølu verður latin har á stendur, serliga har tað rakar børn. Eingin tilmelding krevst, og børnini gjalda ikki fyri at luttaka

Dagsglæman

Bústaður: Vágsvegur 91, Vágur

Teldupostur: vagsheim@olivant.fo

Facebook: Meinigheitshúsið

Dansifelagið Jómsvíkingar

Dansifelagið Jómsvíkingar varð stovnað 21. desember 1976. Í 1986 keypti felagið gamla verkstaðin hjá Dion Nólsøe, ið bleiv umbygt til dansihøli, ið fekk navnið Jómsborg.

Føroyskur dansur

Jómsvíkingar skipa fyri almennum føroyskum dansi gjøgnum árið, serliga um veturin. Fast dansikvøld er 2. jólakvøld og tá jóansøka er í Vági, og hvørt ár er tunnusláttur, borðhald og føroyskur dansur á føstulávint. Harafturat eru fleiri onnur dansikvøld gjøgnum veturin, bæði í Jómsborg og aðrastaðni í oynni. Øll eru hjartaliga vælkomin í føroyskan dans í Jómsborg.

Barnadansur

Í mong ár hava Jómsvíkingar eisini skipað fyri barnadansi um veturin. Dansað verður eina ferð um vikuna, og børn læra føroyskan dans, kvæði og ymisk dansispøl. Byrjað verður stutt eftir heystferiuna, og hildið verður á fram til føstulávint, tá endað verður við tunnusláttri. Barnadansistevna er hvørt ár ymsastaðni í Føroyum, og royna vit altíð at luttaka á hesi stevnu. Í 2016 vóru Jómsvíkingar vertir fyri stevnuni, ið varð hildin í VB-húsinum við 450 luttakandi. Eisini eru stevnur uttanlanda 4. hvørt ár.

Øll eru vælkomin í barnadans í Jómsborg, lýst verður á facebook hvønn vetur, nær barnadansur er.

Øll kunnu tekna seg sum lim í Dansifelagnum Jómsvíkinugum við at venda sær til forkvinnuna. Tað er tó ikki neyðugt at verða limur, fyri at koma í føroyskan dans, kunning um dansitiltøk koma á facebook bólkin Jómsvíkingar og kunning um barnadans er á facebook bólkinum Barnadansur Jómsborg.

Til ber eisini at leiga Jómsborg til fundarvirksemi, yvirnátting og veitslur.

Samband

Mikala Vilhelm

Telefon 270139

Teldupostur kala161198@hotmail.com

Felagið Johanna TG326
Grindabátarnir
Heimaforbundið

Annað hvørt ónskvøld samlast kvinnur til tiltakið «Heimaforbundið» í Frelsunarherinum í Vági.

Heimaforbundið - sum er ein partur av altjóða arbeiðið Frelsunarhersins - hevur nógv ár á bakið og byrjaði fyrstu ferð í London í 1907.

Fyrstu ferð at tað bleiv skipa fyri «Heimaforbundið» í Frelsunarherinum í Vági var í 1948 – árið eftir at samkoman bleiv stovnað.

Heimaforbundið hevur verið støðugt næstan øll árini og eru tað umleið 10-15 kvinnur sum samlast annað hvørt ónskvøld.

Árliga verður skipað fyri kvinnustevnu, antin innanlands ella uttanlands og hava heimaforbundssystrar úr Vági luttikið á fleiri stevnum.

Heimaforbundið, sum er fyri kvinnur, virkar undir aðalmálsorðingini «heimið fyri Kristus», har man leggur dent á at hava eitt stað, har kvinnur – sum jú hava alstóran týdning í heimunum - kunna møtast.

Byrjað verður gjarna við sangi og andakt, fyri síðani at hugna sær saman við einum drekkamunni, góðari samveru og hondarbeiðið.

Kvinnur – ungur sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar á ”Heimaforbundið” í Frelsunarherinum í Vági, annað hvørt ónskvøld klokkan 20.00 – 21.30 (hettar seinna hálvárið 2023 er tað í líka viku)

Kirkjukórið Ljómur
Nýggjársnevndin

Nýggjársnevndin í Vági stendur fyri stórbæra og mentanarliga tiltakinum á nýggjársaftan. Hetta arbeiðið byrjaði miðskeiðis 1960’árunum, tá ungir vágbingar tóku saman hendur til tess at skipa fyri nýggjárshaldið her í bygdini. Ætlanin var upprunaliga at fáa eina siðvenju í lag, sum kundi miðsavna vágbingar burturi og heima ár undan ári hetta eina kvøldið.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Nýggjársnevndini.

Orðið á Borðið

Hvønn týsdag samlast menn til tiltakið «Orðið á borðið» í Frelsunarherinum í Vági.

Orðið á borðið byrjaði í 2008 av táverandi samkomuleiðara í Frelsunarherinum, Ben Eli Dam. Hugsanin var at hava eitt stað, har menn kundu møtast til ein kaffimunn, prát, sang og andakt.

Byrjað verður við kaffi og morgunbreyðið og síðani verður sungið, lisin søga ella andakt og biðin ein bøn. Tiltakið er liðugt kl 11.

Tiltakið hevur verið tikið væl ímóti og hevur vaksið seg støðugt gjøgnum árini og í dag eru tað millum 30-40 mans sum møtast hvønn týsdag.

Orðið á borðið sum felagsskapur hevur verið á fleiri innanlands túrum runt um í landinum og eisini ein uttanlandstúr í Íslandi í 2010.

Av tí at ein stórur partur av tiltakinum er sangur og tónleikur er oftani boð eftir «Orðið á borðið» sum kór, at koma at syngja til føðingardagar, konsertir, jarðarferðir o.a.

Menn - ungir sum eldri - eru hjartaliga vælkomnir til «Orðið á borðið» í Frelsunarherinum í Vági, týsdagar kl 09.30 – 11.

Skálin í Skála (Ruth Smith Savnið)

Skálin við Skálá er áhugafelagið, sum tók stig til at seta á stovn eitt savn við verkum eftir Ruth Smith og William Smith. Skálin við Skálá hevði stovnandi aðalfund 24. november 1988 og Savnið læt upp í Gamla Skúla í januar 1991. Á savninum eru oljumálningar og blýantstekningar eftir Ruth Smith.

Vitji Facebook síðuna hjá Ruth Smith Savnið her.

Tabletop Suðuroy
Undirhúsið

Undirhúsið er opið hvønn ónsmorgun klokkan 10 og leygarmorgnar klokkan 8.30. Tá tað bert eru mannfólk sum møta, so snýr prátið seg mest um skip, bátar, fiskiskap, ættargransking, gomul skip, motorar, gamlar skiparar og sjómenn, hendingar á landi og sjógvi, stuttligar søgur og ymiskt sum rørir seg í samfelagnum. Tó verður minst møguligt tosa um átrúna og politikk, ið ofta kann øsa menn.

Undirhúsið hevur gjørt mangar stuttligar útferðir kring um í Føroyum, nevnast kunnu túrar til Viðareiðis, út í Hest, í Sandoynna, til Svínoynna og aðrastaðir við.

Øll eru vælkomin í Undirhúsið frá klokkan 8.30 leygarmorgnar til rundstykki og kaffi og ónsmorgnar frá klokkan 10 til eitt stuttligt kaffiprát.

Vágs Sóknar Bygdasavn (Sluppsavnið)