TT

Ungdómshúsið

Ungdómshúsið er kommunala tilboðið til børn og ung, har tey sleppa at hugna sær saman við øðrum ungdómum. Í Ungdómshúsinum ber til at spæla spøl, evna ymskt handaligt, og eisini bara at hugna sær og slappa av saman við øðrum børnum. Í Ungdómshúsinum ber eisini til at fáast við ymsar spennandi verkætlanir.

Ungdómshúsið hjá Vágs Kommunu verður nevnt Ungdómsbankjon - stytt UDB - og heldur til í hølum mitt í bygdini.

Upplatingartíðir

Týsdag og tórsdag

3.-6. flokk: 17.00 - 19.30

7. flokkur - 18 ár: 19.30 - 22.00

Fríggjadag og leygardag (í líka viku)

3.-6. flokk: 19.00 - 22.00

7. flokkur - 18 ár: 22.00 - 01.00

Samband

Bústaður: Vágsvegur 71.

Leiðari: Eyðhild Mørk

Telefon: 239323

Facebook

Instagram