TT

Miðlar

Tá miðla verður um Vágs Kommunu, ynskir Vágs kommuna, at niðanfyri standandi verður virt. Somuleiðis ynskir Vágs kommuna, at miðlar og onnur brúka tilfarið á hesi síðu í samband við t.d. tíðindaflutning, lýsingar o.a., um annað ikki er avtalað.

Um búmerkið

Búmerkið hjá Vágs kommunu er uppskot av Poul B. Olsen, sum í síni tíð vann búmerkjakappingina hjá Vágs kommunu. Regin Debess hevur reinteknað endaliga búmerkið.

Búmerkið er samansett av fimm eindum: slupp, fjall, hav og tjaldur, favnt við rundari rammu. Eindirnar geva eitt lítið innlit í søguna hjá Vágs bygd.

Sluppin er Johanna TG 326, sum er heimahoyrandi í Vági. Johanna var fiskiskip, men undir seinna heimsbardaga sigldi hon ímillum Íslands og Skotlands við ísaðaðum fiski. Johanna kom gjøgnum kríggið uttan at verða rakt av bumbum ella minum, í mun til nógv onnur føroysk fiskiskip.

Tjaldrið umboðar tjóðfuglin í sanginum, "Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim", sum er skrivaður av Jákupi Dahl í 1907, sum hevði Vág sum føðistað.

Bláa aldan, sum brestir móti Vágseiði, ímyndar æviga sambandið millum føroyingar og havið. Havið eigur lívið í føroyingunum, men hevur sanniliga eisini tikið lív. Eitt ævigt samstarv, sum gevur og tekur.

Framleiðslan av skeltinum við búmerkinum á

Búmerkið gjørdi Høgni Mohr saman við næmingum, sum hann undirvísti í jarnsmíð á Vágs kvøldskúla. Høgni minnist ikki allar næmingarnar, men Hans Jacob Hjelm, sáli, var ein. Bakplátan og ringurin rundanum vórðu skorin á Tangavirkinum í Vági. Lutirnir annars vórðu handskornir við skeribrennara og slípaðir og sveisaðir í Vágs skúla. Liðugt og fínpussað varð skeltið flutt til Klaksvíkar, har tað varð dypp-galvaniserað hjá Rógv. Og síðan málaðu lærari og næmingar tað av einslitum, áðrenn tað varð sett upp við hollari ráðgeving frá Frank Antoniussen. Hann var býarverkfrøðingur tá.

Vit skutu upp, at spara sementið burtur, tá ið vit blandaðu fundamentið. Men tá talaði Frank at: "Uttan sement hongur tað ikki saman!" Eg meini, at árið var 1990; eg var, ið hvussu er, útlærdur tá. Høgni Mohr.

Heinta búmerki

Vinstrastillað

Niðanfyri kann búmerkið heintast vinstrastillað í litum og einlitt.

Búmerkið er í fílusløgunum JPG, PNG, EPS og SVG.

Í litum

Einlitt

Miðstillað

Niðanfyri kann búmerkið heintast miðstillað í litum og einlitt.

Búmerkið er í fílusløgunum JPG, PNG, EPS og SVG.

Í litum

Einlitt

Høgrastillað

Niðanfyri kann búmerkið heintast høgrastillað í litum og einlitt.

Búmerkið er í fílusløgunum JPG, PNG, EPS og SVG.

Í litum

Einlitt

Borgarstjórin

Niðanfyri eru myndir av Bjarna Johansen, borgarstjóra, sum kunnu brúkast tá Vágs kommuna ella borgarstjórin verða umrødd.