Bygging
Á kommunuskrivstovuni fáast allar neyðugar upplýsingar í samband við bygging. Tá farið verður undir bygging; nýbygging, umbygging, útbygging ella niðurtøku av bygningi, skal boðast frá hjá kommununi í góðari tíð. Tá broytingar verða gjørdar, skal hetta verða í trá við reglurnar í byggisamtyktini.
Sjálvavgreiðsla til byggiloyvi
Umsókn um byggiloyvi skal verða skrivlig og hjálagt skulu verða allar neyðugar tekningar. Her verður serliga hugsað um støðuplan, flatmynd, tvørskurir og aðrar neyðugar upplýsingar. Tekningar og útrokningar skulu verða gjørdar av fakfólki. Byggiloyvi er tíðarbundið til tvey ár, og kann vera avmarkað til bert at fevna um fyrireikingar til bygging, grevstur, spreinging og stoyping av undirstøði v.m.
Søk umbyggiloyvi her.
Sethúsabygging - Kom gott í gongd
Í samband við nýbygging, útbygging ella umbyggning, so er hesin faldarin Sethúsabygging - Kom gott í gongd hentur at hava. Lesið faldaran her.
Endamálið við hesum faldara er at vegleiða borgarar og ráðgevar, hvussu fyrihaldast skal og hvat er umráðandi, tá ið byggjast skal. Umráðandi er, at myndugleikatilfarið er so greitt sum gjørligt og gott mátsett - tað hevur stóran týdning at eftirkannað byggi- og nýtslustig, hæddir, frástøðu til mark o.s.fr.
Hesin faldari kann vera við til, at borgarar í Vági fáa eina skjóta málsviðgerð.
Sum eigari er tað tín ábyrgd at syrgja fyri, at byggingin fer fram í samsvari við bygningskunngerðina, byggisamtyktina og aðrar galdandi reglur, sum títt grundstykki er fevnt av. Okur mæla til, at tú finnur tær ein skikkaðan byggiráðgeva.
Bygningskunngerðin BK17 kann lesast á heimasíðuni hjá Landsverk við at trýsta á hetta leinki.
Vágs Kommuna hevur avgjørt, at fylgjandi arbeiðir kunnu gerast uttan byggiloyvi, við teimum treytum, sum eru nevndar niðanfyri, og treytað av:
- at ásetingar í byggisamtyktum verða yvirhildnar.
- at ásetingar í skeytinum verða yvirhildnar.
- at ásetingar í bygningskunngerðini (BK17) verða yvirhildnar.
Tað er ábyrgdin hjá tí, sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Eru ivamál ella spurningar, eigur tann sum byggir at venda sær til kommunala byggimyndugleikan.
Legg til merkis, at øll bygging, ið er nærri enn 2,5 m. í grannamark, skal fráboðast til teknisku deild, har nærri kunning fæst, um byggingin krevur byggiloyvi.
Yvirlit yvir arbeiði, sum ikki krevur byggiloyvi
Smáir bygningar, upp til 10 m2, sum ikki eru upphitaðir; sum t.d. úthús, drívhús, hjallar og líknandi, krevja ikki byggiloyvið, treytað av:
- at tað í mesta lagi eru 2 stk. tílíkir bygningar á matrikklinum
- at frástøðan til aðrar bygningar, á sama matrikli, í minsta lagi er 2,5 m. (BK17 2.2.3.5).
- at frástøðan til mark er minst 1 m.
- at hædd á útveggum, ella tekju yvir planeringshædd, í mesta lagi er 2,5 m. (BK17 2.2.3.5).
Broyting av innrætting í sethúsum, tvíhúsum og líknandi, treytað av:
- at vatn og kloakk ikki er partur av broytingini.
- at brunakrøvini verða yvirhildin (BK17 kap. 5).
- at hetta ikki ávirkar berandi konstruktiónir (BK17 kap.).
Altanir upp til 5 m2 vídd, treytað av:
- at altanin er 2,5 m frá marki (BK17 kap.).
Skifting av taki og útveggjaklæðing, treytað av:
- at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2).
Skifting av vindeygum, úthurðum, portrum v.m., treytað av:
- at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2).
- at krøv um bjargingarop (BO) verða yvirhildin (BK17 kap. 5).
Smáar antennur og parabolir upp til 1 m í diametur.
Garðar við hædd upp til í mesta lagi 1,5m, íroknað rekkverk.
Hátún, lehegn, heitir pottar og líknandi.
Brenniovnar, treytað av:
- at sløkkiliðið skal sýna brenniovnin, áðrenn hann verður tikin í brúk.
Bygningur má ikki verða tikin niður, uttan so, at loyvið er fingið frá Vágs Kommunu. Undantikin eru bilhús (tó ikki innbygd bilhús), bilskýli, úthús og smærri bygningar við tilknýti til einbýlishús og frítíðarhús.
Í umsóknini skal verða tilskilað umleið hvussu hædd og flatamál á byggingini er. Hava húsini innleggingar til frárenningar, vatn, ravmagn, telefon ella tílíkt, er ikki loyvt at fara undir arbeiðið, fyrr enn avvarðandi myndugleiki ella felag hevur fingið boð um hetta.
Burturkast frá niðurtøku skal verða latið góðkendum móttakara.
Vágs Kommuna hevur samtykt at veita fíggjarligan stuðul til borgarar, sum gera stuðlamúr og garð móti kommunalum vegi. Borgari kann fáa upp til 2.000 kr. endurgoldið fyri hvørt m3 av betongi, sum er neyðugt til ein betonggarð á 120x20 cm. Treytin er, at ánarin av ognini ger múrin ella garðin og at;
- kommunalur vegur er lægri enn lendið
- húsini standa oman fyri veg
- vegur ella gongubreyt er við síðurnar av húsinum
Endurgjald verður ikki veitt fyri arbeiðsløn.
Les reglugerðina her.
Hevur tú ivamál um brunaviðurskifti, so ber til at lesa henda faldara. Lesið faldaran Eksempelsamling om brandsikring af byggeri her.