TT

FabLab

FabLab – FABrication LABoratory – er ein skapandi, hátøkniligur prototýpuverkstaður, har tú kanst evna hugskot og verkætlanir til veruleikan.

Ynskið við FabLab Vágur er at geva almenninginum atgongd til talgilda framleiðslutøkni. Tað, sum fyrr einans var møguligt hjá teimum professionellu - eitt nú 3D printari, lasaraskerari og CNC-maskinur - kann ein og hvør nú brúka í FabLab. Okur arbeiða virkin við nýskapan í gjøgnum prototýpur og hugskotskapan. Umframt hetta, so skipa okur eisini fyri verkstovum og smærri undirvísingarskeiðum, har dentur verður lagdur á skapan og prototýpur.

FabLab gevur bæði privatum, stovnum og fyritøkum ókeypis atgongd til hátøkni. Tilfarið, sum nýtt verður í FabLab, kostar, og tú gevur aftur við at læra onnur at brúka tøknina og at bjóða teimum í FabLab.

Tankin við FabLab er;

  • at almenningurin kann brúka tøknina og fáa hjálp til ávísar verkætlanir.
  • at vinnuligt virksemi og prototýpur kunnu kunnu fáa upphavsrætt, men at onnur kunnu fáa gagn av og geva lærdóm aftur til netverkið.
Samband

Skalt tú hava fatur á FabLab? Les her, hvussu tú kanst gera tað umvegis heimasíðuna (ella á Facebook) 

Fá samband við okum, við at skriva okum ein teldupost á fablab@vagur.fo, ella við at senda okum eini boð á Facebook. Tú hoyrir aftur innan 2-3 dagar.

Telefonin verður svara, tá tað er opið í FabLab, og alt eftir hvussu upptikin okur eru við okra viðskiftafólkum. Telefontíðin er tá okur hava opið. Tað stendur upplýst á okra heimasíðu fablab.fo og á Facebooksíðuni, nær okur hava opið. Møguligar broytingar verða lýstar á Facebook. Vælkomin í FabLab tá tað er opið, og fáa eitt prát við okum.

Um skúlaflokkar ella aðrir bólkar fleiri enn 5 persónar ynskja eina rundsýning, vitja lab ella hava eina verkstova, ynskja okur, at okur avtala eitt tíðspunkt fyri tykkara vitjan. Vitjanir ella verkstovur fyri bólkum av hesum slag, verða gjørdar mótvegis einum gjaldi.

Stongt í FabLab

Tað er vanliga stongt, í FabLab tá skúlin er stongdur. Tvs. heyst-, jóla-, og páskafrítíðin umframt á heilum og hálvum frídøgum. Tó er summarfríðtíðin í FabLab bert umleið 6 vikur.

Dagfestingarnar og broytingar verða lýstar á Facebook.

Teldupostur: fablab@vagur.fo

Meira kunning fæst við at vitja heimasíðuna hjá FabLab her.