TT

Hallir og ítróttarøkið

Vágs kommuna bjóðar framúr umstøður og hentleikar til ítrótt og onnur tiltøk; bæði størri og smærri.

Umframt ítróttarøkið á Eiðinum, ið húsar VB-húsið, ítróttarhøll og fótbóltsvøll, hevur Vágs kommuna eina nýmótans marg- og svimjihøll á ítróttarøkinum á Oyrunum. Í Vágs Skúla er eisini fimleikarhøll og aula.

Virksemið í ítróttarhallunum verður stóran part av árinum brúkt til venjingar og dystir hjá feløgum í kommununi. Hallirnar - og onnur hølir hjá kommununi - verða eisini leigað út til onnur tiltøk, so sum konsertir, fundir, ráðstevnur, veitslur og mangt annað.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir hallir, vallir og onnur samkomuhølir, ið Vágs kommuna umsitur.

Páls Høll

Páls Høll er baðilandið í Vági, ið húsar 50-metra hyli, heitum barnahyli og vatnrussjibreyt. 

Umframt góðu umstøðurnar at svimja hjá vaksnum og børnum, er eisini venjingarmiðstøð og vælverudepil í Páls Høll. 

Les meira um Páls Høll.

Marghøllin

Marghøllin er størsta ítróttahøll í landinum. Eisini er marghøllin einasta høll í Føroyum við innandura graslíkisvølli (½ stødd). Í marghøllini er eisini størsti klintriveggur í landinum og ein bouldering-klintriveggur.

Eisini eru møguleikar til frælsan ítrótt; við rennibreyt, lopgrøv og hæddarlopi.

Les meira um Marghøllina.

Leiga Marghøllina

Útleigan verður skipað umvegis leiðaran á hallarøkinum á tlf. 28 50 00.

Vágs Høll

Vágs Høll er á ítróttarøkinum á Eiðinum í Vági.

Í høllini er hondbóltur, fótbóltur, flogbóltur og annar innanduraítróttur. Miðnámsskúlin, ítróttarháskúlin, fólkaskúlin, barnagarðar og aðrir almennir stovnar nýta eisini dagliga høllina. Út yvir áður nevnda verður høllin eisini nýtt til móttøkur, veitslur og mangt annað.

Leiga Vágs Høll

Útleigan verður skipað umvegis leiðaran á hallarøkinum á tlf. 28 50 00.

VB Húsið

VB-húsið varð tikið í nýtslu í 1977 og hevur síðani verið karmur um mangar góðar løtur í Vági.

Í dag verður VB-húsið nýtt til alskyns virksemi so sum sjavs, bingo, fundir, fyrilestrar, privatar veitslur og mangt annað. Eisini nýta ítróttarfeløgini VB-húsið til ymiskt virksemi.

Leiga VB-húsið

Útleigan verður skipað umvegis leiðaran á hallarøkinum á tlf. 28 50 00.

Fótbóltsvøllurin á Eiðinum

Graslíkisvøllurin í Vági er av slagnum DOMO. Hetta er triðji graslíkisvøllurin á Eiðinum. Tann fyrsti varð lagdur á í 1987. Tann vøllurin varð so skiftur í 2004 - og 14 ár seinni, í 2018, bleiv núverandi graslíkisvøllur lagdur á Eiðinum.

FC Suðuroy hevur til dagligt sínar venjingar og dystir á vøllinum á Eiðinum.

Fimleikarhøllin og Aulan

Í Vágs skúla er møguleiki at brúka fimleikahøllina og Auluna til ymisk endamál.

Í fimleikarhøllini kunnu alskyns bóltspøl, amboðsfimleikur og rørsla haldast til. Eisini ber til at skipa fyri tónleikaframførslum og øðrum størri tiltøkum. Fimleikarhøllin rúmar áleið 130 sitandi, meðan aulan rúmar gott 80 sitandi fólkum.

Fimleikarhøllin er 22,25 m. long og 7,8 m. breið.

Aulan er 13,7 m. long og 9,5 m. breið.

Leiga fimleikarhøllina og auluna

Útleigan av fimleikarhøllini og auluni verður skipað umvegis skúlastjóran John Henrik Holm, við at senda teldupost til john.henrik.holm@skulin.fo