TT

Vinnumenning

Tað hevur alstóran týdning, at vinnulívið hevur tað gott og at tað menninst. Business Vágur vil verða við til at skapa menning í nærumhvørvinum - hetta við, at vinnan hevur ein lokalan sparringspartnara, ið hevur til høvuðsuppgávu at hjálpa lokalu vinnuni. Samskiftið við lokala vinnulívið skal skapa grundarlag fyri møguleikum og loysnum, ið kunnu skapa framburð í kommununi, í vinnuni og í nærumhvørvinum.

Business Vágur, sum viðleikari

Business Vágur ein tænasta til vinnurekandi, ið gevur vinnuni møguleika at venda sær til Vágs Kommunu í samband við ráðgeving, sparring og annað. Ráðgeving og sparring kunnu umfata viðurskifti, ið hava týdning fyri rakstur og menning av fyritøkuni.

Vágs Kommuna ynskir eisini at verða við til at samskipa vinnulívið, soleiðis at betri samstarv verður, og at vinnulívið í felag arbeiðir ítøkiliga við verkætlanum, tiltøkum o.ø. Business Vágur verður ein virkin tænasta, sum tí eisini loyvir sær at taka fyrsta stigið og koma út til vinnuna við hugskotum og møguligum loysnum í samband við eitthvørt.

Ein partur av tænastuni er eisini at tryggja, at samskiftið millum kommununa og vinnuna er nøktandi. Tænastan hevur sætið í Miðlatúni, har dyrnar eru opnar mánadag til leygardag, so vinnurekandi kunnu støkka inn á gólvið í samband við eitthvørt.

Samband

Bústaður: Vágsvegur 57

Telefon: 23 93 90

Teldupostur: info@vagur.fo