TT

Brot úr Vágs søgu

Við lóg nr. 30 frá 28. februar 1872, sum kom í gildi 1. oktober 1873, fingu Føroyar eina kommunuskipan, sum býtti landið sundur í kommunalar eindir. Suðuroyar sýsla gjørdist ein kommuna við navninum “Forstanderskaber for de forenede Sogne i Suderøes Præstegjeld”. Øll Suðuroyggin var soleiðis ein kommuna, men hvør sókn var tó ein sjálvstøðug eind við sínum egna roknskapi.

Longu í 1878 fór Hvalbiar sókn burturúr felagskommununi, og árið eftir fór Froðbiar sókn burturúr. Hinar sóknirnar í oynni, Fámjins sókn, Porkeris sókn, Vágs sókn og Sumbiar sókn vórðu verandi eftir í felagskommununi inntil 1907, tá ið Vágs sókn fór burturúr, og árið eftir fóru hinar sóknirnar burturúr.

Vágur tók seg burturúr felagskommununi við gildi frá 1. oktober 1907. Hetta var ein ynskidreymur, sum nú var gingin út, og beinanvegin varð farið til verka. Her varð hugsað um vegir, byggigrundir, havnina, skúlan og annað, sum var bygdini at frama.

Brot úr bókini Vágs Kommuna 1873-1929 eftir Poul Andreassen. Bókin er hin fyrsta í røðini av triðum.

Býráðslimir 1907-2020

Vágs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1907. Tá varð Petur Dahl á Gørðunum valdur sum fyrsti borgarstjóri, ella sóknarstýrisformaður, sum tað æt tá.

Kommunuvalini vóru í januar/februar. Teir valdu kommunustýrislimirnir sótu frá 1.januar árið eftir, og til 31.desember fjórða árið, sum valið til næsta valskeið hevði verið í januar/februar.

Kommunustýrislimir, sum vórðu valdir t.d. 12. februar 1910, sótu frá 1. januar 1911. Teir sum vórðu valdir 26. januar 1914 sótu frá 1. januar 1915 og so framvegis.

1.10.1907 – 31.12.1910:
Petur Dahl, sóknarstýrisformaður
Magnus Dahl
Johan Mortensen
Joen J.Dahl, jun
Thomas Johan Dahl

1.1.1911 – 31.12.1914:
Petur Dahl, sóknarstýrisformaður
Magnus Dahl
Jasper A.Hjelm
Joen J. Dahl, jun
Alexander Vilhelm

1.1.1915-31.12.1918:
Napoleon Nolsøe, sóknarstýrisformaður
Ole M.Petersen
Olaf Mikkelsen
Mortan Erik Leo
Jaspur A.Hjelm

1.1.1919 – 31.12.1922:
Petur Dahl, sóknarstýrisformaður
Magnus Dahl
Johan Mortensen
Johan Nolsøe
Jaspur A.Hjelm

1.1.1923 – 31.12.1926:
Petur Dahl, sóknarstýrisformaður
Magnus Dahl
Thomas Johan Dahl
Johan Nolsøe
Jaspur A.Hjelm
Thomas Johan Augustinussen
Niels Peter Midjord

1.1.1927 – 31.12.1930:
Petur Dahl, sóknarstýrisformaður
Magnus Dahl
Thomas Johan Dahl
Johan Nolsøe
Jaspur A.Hjelm
Johan Andreas Godtfred
Daniel J.E.Niclasen

1.1.1931 – 31.12.1934
Johan Nolsøe, sóknarstýrisformaður
Petur Dahl
Thomas Johan Dahl
Jaspur A.Hjelm
Danjal J.E.Niclasen
Niels Petur Strøm
Jens Christian Skaalum

1.1.1935 – 31.12.1938
Andreas Djurhuus, sóknarstýrisformaður
Danjal J.E.Niclasen (hann doyði í 1937,og fyri hann kom Jens Nicolaj Joensen inn)
Sámal Johansen
Niels Petur Jacobsen
Hans Jacob Poulsen
Óli M.Mikkelsen
Hans Michael Andreasen

1.1.1939 – 31.12.1942
Andreas Djurhuus, sóknarstýrisformaður
Sámal Johansen
Óli M.Mikkelsen
Johan Dahl
Poul A.Leo
Viggo Dahl
Niels Petur Strøm

1.1.1943 – 31.12.1946
Andreas Djurhuus, sóknarstýrisformaður
Sámal Johansen
Óli M.Mikkelsen
Johan Dahl
Viggo Dahl
Arnhold Hjelm
Joen Pauli Thomasen

1.1.1947 – 31.12.1950
Joen Pauli Thomasen, sóknarstýrisformaður 1947
Sámal Johansen, sóknarstýrisformaður 1948-1950
Andreas Djurhuus
Johan Dahl
Petur Otto Ellingsgaard
Hans Jacob Hjelm
Alfred Holm

(Við løgtingslóg nr. 61 frá 2. desember 1949 varð vallógin til kommunuvalini broytt soleiðis,
at valið fór fram í november/ desember, og tikið var við 1. januar árið eftir.
T.d. var val 1. desember 1950, nývalda sóknarstýrið tók við 1. januar 1951)

1.1.1951 – 31.12.1954
Andreas Djurhuus, sóknarstýrisformaður
Johan Dahl
Hans Jacob Hjelm
Alfred Holm
Mikkjal A.Godtfred
Hans Petur Djurhuus
Verner Mosbjerg Christensen

1.1.1955 – 31.12.1958
Andreas Djurhuus, sóknarstýrisformaður
Johan Dahl
Hans Jacob Hjelm
Mikkjal A.Godtfred
Thomas Johan Silvurdal (hann doyði í 1957, fyri hann kom Thorvald Hjelm inn)
Sigvald Nordenskjold
Jacob Niclasen

1.1.1959 – 31.12.1962
Andreas Djurhuus, sóknarstýrisformaður
Johan Dahl
Hans Jacob Hjelm
Jacob Niclasen
Daniel Peter Ludvig
Petur Nolsøe
Sverri Skaalum

1.1.1963 – 31.12.1966
Sámal Johansen, sóknarstýrisformaður 1963-1965
Johan Dahl, sóknarstýrisformaður 1966
Sverri Skaalum
Martin Carl Olsen
Tórleif Augustinussen
Erling Poulsen (Var í farloyvi 1965/66, tá var Marius Absalonsen fyri hann)
Ásbjørn Jacobsen

1.1.1967 – 31.12.1970
Martin Carl Olsen, sóknarstýrisformaður 1967
Andrew Godtfred, sóknarstýrisformaður 1968-1970
Sverri Skaalum
Tórleif Augustinussen
Ásbjørn Jacobsen
Rasmus Mikkelsen
Esbern Holm

1.1.1971 – 31.12.1974
Sverri Skaalum, sóknarstýrisformaður 1971-1972, býráðsformaður 1973-1974
Martin Carl Olsen
Ásbjørn Jacobsen
Dia Poulsen
Arne Brattaberg
Andreas Mikkelsen
Hans Jacob Hjelm (hann doyði í 1973, fyri hann kom Torleif Augustinussen inn)

(Valið fór fram í des 1974, og nýggja býráðið tók við 1.1.1975, men longu í des. 1976 var aftur val,
og nýggju limirnir tóku við 1.1.1977. Síðani hava býráðini sitið í 4 ár)

1.1.1975 – 31.12.1976
Torbjørn Benjardøgg, býráðsformaður
Elias Joensen
Ásbjørn Jacobsen
Torleif Augustinussen
Rudolf Tausen
John Mikkelsen
Niels Petur Nolsøe
Ingvard Thorsteinsson
Sverri Skaalum

1.1.1977 – 31.12.1980
Torbjørn Benjardøgg, býráðsformaður
Andreas Petur Jacobsen
Ingvard Thorsteinsson
John Mikkelsen
Ásbjørn Jacobsen
Sverri Skaalum
Martin Carl Olsen
Flemming Mikkelsen
Rudolf Tausen

1.1.1981 – 31.12.1984
Andreas Petur Jacobsen , býráðsformaður
Sverri Skaalum
Dánjal Bjarkhamar
Flemming Mikkelsen
Torbjørn Benjardøgg
Jákup Olsen
Ingvard Thorsteinsson
Rudolf Tausen
Elsebeth Nielsen

1.1.1985 – 31.12.1988
Torbjørn Benjardøgg, býráðsformaður
Brynjálvur Dahl
John Mikkelsen, (hann doyði í 1985, fyri hann kom Eyðfinn Mørk inn)
Dánjal Bjarkhamar
Sverri Skaalum
Andreas Petur Jaocbsen, (30.juli 1986 boðar Andreas Petur frá, at hann flytir úr kommununi í eitt ár, Páll Augustinussen kemur í hansara stað)
Jákup Olsen
Ingvard Thorsteinsson
Jacob Jacobsen

1.1.1989 – 31.12.1992
Mannbjørn Tausen, býráðsformaður
Dánjal Bjarkhamar
Brynjálvur Dahl
Páll Augustinussen
Ingi Erhardsen (Ingi biður í oktober 1990 um at Høgni Mohr tekur sæti fyri hann)
Sverri Skaalum
Ingvør Hansen
Eyðfinn Mørk
Jákup Olsen

1.1.1993 – 31.12.1996
Jógvan Krosslá, býráðsformaður
Sverri Skaalum, (hann doyði í 1995, fyri hann kom Jóannes Norðberg inn)
Dia Poulsen
Dánjal Bjarkhamar
Eddie Augustinussen
Eyðfinn Mørk
Páll Augustinussen
Jákup Olsen
Leif Lisberg

1.1.1997 – 31.12.2000
Jógvan Krosslá, býráðsformaður
Dánjal Bjarkhamar
Niels við Gjógvará
Ingvør Hansen
Eyðfinn Mørk
Páll Augustinussen
Jákup Olsen
Poul Johannes Joensen
Ásgerð Stenberg

1.1.2001 – 31.12.2004
Jógvan Krosslá, býráðsformaður
Dánjal Bjarkhamar
Ásgerð Stenberg
Eyðfinn Mørk
Sølvi Andreasen
Mortan Mortensen
Turid Kjærbo
Páll Augustinussen
Poul Johannes Joensen

1.1.2005 – 31.12.2008
Kirstin Strøm Bech, býráðsformaður
Ásgerð Stenberg
Svenning Borg
Eyðfinn Mørk
Sølvi Andreasen
Poul W. Augustinussen
Jógvan Krosslá
Dánjal Bjarkhamar
Hans J. Joensen

1.1.2009 – 31.12.2012
Kirstin Strøm Bech, býráðsformaður
Jógvan Krosslá
Sirið Stenberg
Tórður Poulsen
Poul Augustinussen
Arnbjørn Fagraklett (søkti um farloyvi frá august 2009, Eileen Sandá tók sæti fyri hann)
Danjal Bjarkhamar
Eydis Kjærbo
Svenning Borg

1.1.2013 – 31.12.2016
Dennis Holm, býráðsformaður
Eydis Kjærbo
Sirið Stenberg
Tórður Poulsen
Dánjal Bjarkhamar
Poul Augustinussen
Anna Brattaberg Samuelsen
Heri Hjelm
Conrad Gaard Joensen

1.1.2017 – 31.12.2020
Dennis Holm, býráðsformaður
Eydis Kjærbo
Anna Brattaberg Samuelsen
Dánjal Bjarkhamar
Eyðbritt Krosslá
Levi Mørk
Kirstin Strøm Bech
Erhard Joensen
Conrad Gaard Joensen