TT

Dagstovnaøki

Kommunala dagstovnaøkið fevnir um vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómshúsið.

Vøggustova og barnagarður halda til í dagstovninum Eikilund. Barnagarðsstovan, Sóljan, heldur til í Vágs skúla. Sóljan er ætlað børnum á síðsta árið, áðrenn hesi byrja í fólkaskúlanum.

Frítíðarskúlin er frítíðartilboð til børn í 1. og 2. flokki. Frítíðarskúlin heldur til í somu hølum sum Ungdómshúsið.

Ansingargjøld

Vøggustova

  • Full tíð er kr. 1.800 í 11 mánaðir (juli fríur).
  • Hálv tíð er kr. 900 í 11 mánaðir (juli fríur).

Barnagarðsstova

  • Full tíð er kr. 1.800 í 11 mánaðir (juli fríur).
  • Hálv tíð er kr. 900 í 11 mánaðir (juli fríur).

Frítíðarskúli

  • er kr. 1.000 í 10 mánaðir (juli og august fríur).

Sysknaavsláttur

Eru fleiri systkin á dagstovnaøkinum hjá kommununi, so er kostnaður í mesta lagi 3.500 kr. fyri eina familju. 

Frípláss

Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn ein ávís upphædd um árið? So kanst tú søkja um frípláss til dagstovn her.

Samband

Dagstovnaøki er skipa í tvær leiðslueindir.

Leiðari fyri barnagarðin Eikilund er Anna Maria E. Jacobsen. Telefon: 23 93 43. Teldupostur: eikilund@vagur.fo.

Leiðari fyri Sóljuni, frítíðartíðarskúlin og ungdómshúsið er Eyðhild Mørk. Telefon 23 93 41. Teldupostur: eydhild@vagur.fo.

Sjálvavgreiðsla til dagstovnaøki

Søk um pláss í dagstovnaøkinum hjá Vágs Kommunu her. Dagstovnaøki fevnir um barnagarðin Eikilund, elsta árgang Sóljan (forskúlatilboð) og frítíðarskúla.

Uppsøgn av dagstovnaplássið kann gerast her.

Søk um frípláss til dagstovnapláss kann gerast her.

Dagstovnurin Eikilund

Dagstovnurin Eikilund hevur seks stovur: tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Eikilund er normeraður til 90 børn, 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Umframt tær seks stovurnar, so hevur stovnurin fleiri alrúm, sum børnini spæla í. Uttanfyri er stórt spælipláss til børnini.

Lesið meira um Eikilund, teirra námsætlan og meira her.

Sóljan

Sóljan er ætla børnum í kommununi, sum hava eitt ár eftir í barnagarðinum, áðrenn tey fara í fólkaskúla. Sóljan hevur pláss til áleið 20 børn, men talið kann skifta frá árgangi til árgang. Hetta merkir, at pláss er altíð fyri øllum børnum, sum hava eitt ár eftir áðrenn skúlabyrjan.

Lesið meira um Sóljuna og teirra yvirskipaða arbeiðið her.

Frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin er frítíðartilboð fyri børn í 1. og 2. flokki. Frítíðarskúlin letur upp, tá undirvísingin í Vágs skúla er liðug fyri áðurnevndu árgangir. Í frítíðarskúlanum verður nógv gjørt burturúr tí kreativa, har tey námsfrøðiligu virðini og árshjólið eru hornasteinar í arbeiðinum.

Lesið meira um frítíðarskúlan, árshjólið og meira her.

Foreldranetið Spírin

Vágs Kommuna hevur eitt foreldranet, sum verður nýtt til samskiftið millum ansingarøki og foreldur at børnum í ansingarøkinum. Í foreldranetinum verður kunning frá stovunum løgd út til foreldrini. Talan kann verða um kunning til ávísar stovur ella til alt ansingarøkið. Foreldrini kunnu eisini samskifta ein til ein við avvarandi stovu um eitthvørt, og somuleiðis kunna stovurnar senda boð út til ávís foreldur. Til ber hjá foreldrum at stovna sær brúkara her.