TT

Spillvatn

Vágs Kommuna hevur gjørt ætlan fyri, hvussu kommunan lýkur krøvini í kunngerðini um spillvatnsætlan. Ætlanin er gjørd eftir kunnngerð nr. 111 frá 7. sept. 2009 um spillvatn, og er ætlanin góðkend av umhvørvisstovuni.

Krøvini til spillvatnsætlanina fevna millum annað um:

  • at øll hús skulu hava rottanga
  • alt spillvatn frá rottangum skal førast út á streyma sjógv
  • og alt regnvatn skal leggjast í atskild rør og leiðast út á fjørðin ella í áir og vøtn
Spillvatnsætlanin

Kunnngerð nr. 111 frá 7. sept. 2009, um spillvatn, áleggur øllum kommunum í landinum at gera eina spillvatnsætlan. Vágs kommuna hevur eisini spillvatnsætlan, sum er góðkend av umhvørvisstovuni.

Les spillvatnsætlanina hjá kommununi her.

Gott at vita
  • Leið ikki sýru, klor ella onnur kemikaliir í tangar; hvørki frá vøskum ella skolað niður í vesi. Slík evni tálma rotingini, umframt at dálka havið.
  • Lat ikki vatn frá vøskum o.ø. renna óneyðugt. Jú meira vatn rennur í tangar, verri reinsar hann.
  • Ikki skola t.d. blæur, eingangslappar, vattpinnar, sigarettstubbar og heilivág niður í vesi.
Viðkomandi lóggáva á økinum

Kunngerð um spillvatn ásetir, at alt spillvatn skal reinsast mekaniskt áðrenn tað verður leitt á sjógv. Hetta merkir, at spillvatn frá einum húsarhaldi antin skal leiðast í egnan privatan rottanga, ella í ein størri kommunala rottanga, sum er felags við onnur húsarhald.

Kunngerd/111-fra-07-09-2009-um-spillivatn
Kunngerd/186-fra-05-11-1993-um-spillvatnsevju-sum-broytt-vid-kunngerd-nr-90-fra-28-september
Kunngerd/53-fra-03-05-1994-um-umhvorvisreglur-sum-seinast-broytt-vid-kunngerd-nr-111-fra-7

Rottangar

Umhvørvisstovan hevur gjørt vegleiðing í samband við krøv til rottangar í Føroyum.

Í vegleiðingini hevur Umhvørvisstovan sett vegleiðandi krøv, sum skulu virka fyri, at rottangar, sum framyvir verða settir niður, eru lættir at tøma og røkja. Til dømis er í vegleiðingini ásett, at allir nýggir tangar skulu hava T-rør í frárenningini, og at reinsirør skulu setast á rørini báðu megin tangan. Annað nýtt krav er, at minstamark er sett fyri, hvussu væl ein tangi skal reinsa.

Vegleiðingin skal eisini forða fyri, at rottangar, sum ikki virka nóg væl, verða seldir í Føroyum.

Vegleiðing til rottangar

Les vegleiðingina frá umhvørvisstovuni til rottangar her.

  • Leið ikki sýru, klor ella onnur kemikalii í tangar, hvørki frá vøskum ella skolað niður í WC’num. Slík evni tálma rotingini, umframt at dálka havið.
  • Lat ikki vatn frá vøskum o.ø. renna óneyðugt. Jú meira vatn rennur í tangar, verri reinsar hann.
  • Ikki skola t.d. blæur, eingangslappar, vattpinnar, sigarettstubbar og heilivág niður í WC