TT

Sernám

Tænastan hjá Sernám í Vági er partur av tænastuni hjá Sernámsdeplinum og tekur lut í menningini av náms- og sálarfrøðiliga virkseminum sum heild. Í samstarvi við Sernámsdepilin virkar Sernám sum sjálvstøðug eind.

Sernám arbeiðir við børnum og ungum í aldrinum 0-18 ár, ið hava serligan tørv. Arbeiðið hjá Sernám fevnir vítt; eitt nú er uppgávan at ráðgeva og vegleiða skúlum, stovnum, dagrøktarum, heilsufrøðingum, børnum og foreldrum.

Les meira um virksemi hjá Sernám her.