Vatnveiting og góðska
Vágs kommuna leggur stóran dent á at veita borgarum og fyritøkum sóttreinsað vatn.
Í kommununi eru tvey reinsiverk (eystara og vestara). Vestara reinsiverk veitir sóttreinsað vatn til flest øll húsarhald í kommununi. Á reinsiverkunum verður vatnið fyrst leitt gjøgnum sandfiltur og síðani UV-strálað. Dagligt eftirlit er við vatnreinsiverkunum.
Fyri at tryggja, at vatnið lýkur ásett góðskukrøv, verða vatnroyndir tiknar aftir avtalu við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Hesar vatnroyndir blíva tiknar eftir, at vatnið er sóttreinsað. Royndirnar verða sendar víðari til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum kannar vatnið fyri kemiskan og bakteriologiskan reinleika.
Úrslitið verður sent aftur til teknisku deild hjá kommununi. Úrslitini av vatnroyndunum kunnu síggjast her á heimasíðuni. Um vatnið ikki lýkur ásettu krøvini, verður borgarin kunnaður.
Eru trupulleikar við vatnveitingini ella øðrum viðvíkjandi drekkivatninum hjá Vágs kommunu, so boðað okkum frá á telefon 66 30 00. Eftir kl. 16.00 ber til at ringja telefon 23 93 70.
Vatnroyndir
Fyri at tryggja, at vatnið lýkur ásettu góðskukrøvini, verða vatnroyndir tiknar eina ferð um mánaðin. Hesar vatnroyndir blíva tiknar eftir, at vatnið er sóttreinsað. Royndirnar verða sendar víðari til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum kannar vatnið fyri kemiskan og bakteriologiskan reinleika.