TT

Íverksetan

Ein íverkseti er ein persónur, sum setur á stovn eina fyritøku, og felags fyri íverksetar er, at hesi gera eitt hugskot til veruleika. Eitt annað eyðkenni fyri íverksetar er, at hesi ofta eru sjálvstøðug, váðafúsur, nýhugsandi og skapandi.

Business Vágur, ið er ein liður í arbeiðinum hjá Vágs Kommunu á vinnuøkinum, leggur stóran dent á at skipa bestu karmarnar til íverksetan og vil fegin virka við til, at nýggjar vinnur og nýggj vinnurekandi fara at virka í Vági.

Íverksetanarstuðul

Vágs Kommuna hevur í fleiri ár veitt íverksetum íverksetanarstuðul. Íverksetanarstuðulin fevnir um:

  • Hjálp til stovnan av virki og praktiska kunning
  • Ígongdsetanarstuðul
  • Ókeypis skrivstovu
  • Samstarv við Íverksetarahúsið

Les meira niðanfyri, hvat íverksetanarstuðulin ítøkiliga fevnir um.

Hjálp til stovnan av virki og praktisk kunning

Kommunuskrivstovan bjóðar hjálp og kunning í samband við:

  • at útvega nýtt v-tal frá Taks.
  • at uppseta fíggjarætlan.
  • atgongd til vinnugluggan.
  • mvg-skráseting.
  • nýtt kontonummar.
  • atgongd til netbanka.

Hetta er ókeypis tænasta.

Reglugerð fyri ígongdsetarastuðulin

§ 1.
Fyritøkur, við heimstaði í Vágs kommunu, kunnu søkja Vágs kommunu um at veita stuðul til keyp
av ráðgevingartímum hjá vinnuráðgeva, grannskoðara, sakførara ella øðrum fakfólki.

Stk. 2
Við fyritøku verður skilt m.a. partafelag, smápartafelag, íognarfelag og sjálvstøðug vinnurekandi.

Stk. 3.
Stuðulin kann bara verða latin nýstovnaðum fyritøkum ella fyritøkum undir stovnan. Fyritøkur, sum
hava verið virknar, men eru steðgaðar og nú vilja í gongd aftur, kunnu ikki fáa stuðul.

Stk. 4.
Samanlagt kann sama fyritøka í mesta lagi fáa stuðul á 20.000 kr. til keyp av ráðgevingartímum.

§ 2.
Stuðulin er treytaður av, at ráðgevin antin er skrásettur, ella at hann á annan hátt formliga hevur
hóskandi førleikan.

Stk. 2.
Stuðul verður latin eftir umsókn á serstøkum umsóknarblaði. Einstaki stuðulin er treytaður av, at
rúmd er á tí játtan, sum kommunan árliga setur av til tiltakið.

Stk. 3.
Umsóknin verður svarað í seinasta lagi 14 dagar eftir, at umsóknin er latin kommununi.

§ 3.
Í umsóknini skal í minsta lagi vera frágreiðing um:

  • Endamálið við ráðgevingini.
  • Endamálið hjá fyritøkuni.
  • Fíggjar- og rakstrarætlan.
  • Yvirlit yvir eigaraviðurskifti, nevnd og stjórn.


Henda reglugerð er góðkend á býráðsfundi 21. august 2006 og hevur gildi frá 21. august 2006.

Umsóknarblað er her.

Ókeypis skrivstovu

Vágs Kommuna bjóðar íverksetum og nýggjum vinnum í Vágs kommunu ókeypis skrivstovu.

Skipanini gevur íverksetum atgongd til skrivstovupláss, har tað er internet, prentari, uppvørpa og kaffistova. Harumframt er eisini atgongd til bæði størri og minni fundarhølir.

Skipanin er ætlað nýstovnaðum fyritøkum, fyritøkum undir stovnan, nýggjum vinnum os.fr., og kunnu íverksetar fáa atgongd til ókeypis skrivstovu í eitt tíðarskeið frá 1 mánað upp til 12 mánaðir.

Ivast tú, um tú lýkur treytirnar, so er bara at seta teg í samband við Vágs kommunu.

Samstarv við Íverksetarahúsið í Klaksvík

Vágs Kommuna hevur skipað samstarv við Íverksetarahúsið, sum førir við sær, at Íverksetarahúsið kemur at verða ráðgevi hjá nýggjum íverksetum í Vági.

Treytir

Treytirnar fyri at gerast partur av hesari skipan eru, at:

  • viðkomandi má ikki hava átt felagi fyrr.
  • viðkomandi má ikki hava verið stjóri ella nevndarlimur í felagi fyrr.
  • viðkomandi má ikki hava fingið líknandi hjálp frá kommununi fyrr.

Vágs kommuna bókar ikki og setir heldur ikki roknskapir upp fyri vinnurekandi ella onnur.