Jarðarferð
Tá ein borgari doyr, eru tað nógvar praktisk uppgávur, sum skulu avgreiðast. Niðanfyri er stutt vegleiðing til avvarandi.
- Setið tygum í samband við prest ella onkran í samkomu tygara um fráferð úr kapellinum og jarðarferðina. Tosa við prest ella onkran í samkomuni um talu og sangir.
- Setið tygum í samband við Vágs Kommunu á 66 30 00. Minst til at upplýsa mát á kistu.
- Líkbilur skal bíleggjast at koyra úr kapellinum og til jarðarferðina. Kommunan heldur kostnaðin av líkbilinum. Ása Oddbjørg Midjord koyrir líkbilin og hevur telefon 57 99 26.
Kirkjugarðar
Í Vágs Kommunu eru tveir kirkjukarðar. Gamli kirkjugarðurin er á Kirkjukletti og nýggi kirkjugarðurin er í Líðini. Starvsfólk hjá Vágs Kommunu hevur umsjón við kirkjugørðunum.
Í høvuðsheitum er tað eftirsitandi, sum hava skyldu at halda ein gravstað. Hetta merkir at grøvin skal til eina og hvørja tíð taka seg sømiliga væl út. Í serligum førum kunna eftirsitandi søkja Vágs Kommunu um, at halda grøvina ímóti ásettum gjaldi.
Reglugerð
Reglugerðin fyri kirkjugarðarnar í Vágs kommunu kann lesast her.