TT

Vágs Havn

Bryggjan 5, 900 Vágur

Um havnina

Vágs Havn er ISPS-góðkend (International Ship and Port Facility Security) og veitur havnatænastur alt samdøgni. Vágs Havn fevnir um stóra havnalagið á norðursíðuni av Vágsfjørði, oljuhavnina á Oyrunum og bátaplássið á Oyrunum.

Vágs Havn er partur av altjóða flutningsleiðum við sambandi til Evropa og Norður Amerika. Somuleiðis er Vágs Havn upplagt stað hjá smærri ferðamannaskipum, seglskipum og stuttleikabátum.  

Á norðaru síðu á Vágs Havn er 5.000 m2 stórt havnalag við ro-ro atløgubryggju. Á havnalagnum eru fýra atløgupláss við áleiði 500 metrum av keikanti. Framvið havnalagnum er dýpið frá 7 metrum til 9 metrar.

Oljuhavnin á suðursíðini hevur 3 fendarar, har størri skip eisini kunnu leggja at.

Fakta um Vágs Havn

Norðara havnalagið:

  • 9 m. dýpi – 86 m. atløgubryggja (djúphavnin)
  • 7 m. dýpi – 146 m. atløgubryggja (bryggjan við virkið hjá Bakkafrost)
  • 7 m. dýpi – 130 m. atløgubryggja (gamla bryggjan)
  • Ro-ro atløgubryggja
  • Havnalag á 5.000 m2


Oljuhavnin (suður):

  • 8 m. dýpi - 135 m. fordeilt yvir tríggjar fendarar.
Pullartar og mát - norðara havnalagið

Kortið er yvir norðara havnalagi hjá Vágs havn, har pullartarnir eru staðsettir við styrki. Umframt pullartar, so er mátini á norðara havnalagnum ásett og viðkomandi upplýsingar um hentleikar á havnini.

Trýst á kortið fyri at lata tað upp.

Kort yvir Vágsfjørð

Niðanfyri eru kort, sum vísa innsigling, dýpið og annað á Vágsfjørði.

Innsigling við kallipunktum

Innsigling

Dýpið

Samband

Bústaður: Bryggjan 5, 900 Vágur

Havnameistari: Tórálvur Holm í Trøðini

Telefon: 37 30 33 (svarar alt døgnið)

Telefax: 37 41 10

Teldupost: port@vagur.fo

Kostnaðir

Havnagjald: 1,80 kr. pr. NT.

Bryggjugjald: 1,45 kr. pr. NT.

Loðsgjald (sambart lóg): 4.400 kr. - 4.800 kr.  

Sóttreinsað vatn: 15,00 kr. pr. tons.

Landstreymur: 2,20 kr. pr. kWh.

Burturkast: 500 kr. pr. m3.

Goymsla: 0,50 kr. pr. m2 pr. dag.

Internet: Ókeypis.

Bunkring

Í Vágs Havn ber til at bunkra fylgjandi:

  • Sóttreinsað vatn
  • Gasolju
  • Matvørur o.a.

Tænastur

Vágs Havn veitur havnatænastur alt samdøgni, eitt nú loðstænastu og sleipibát. Skip, sum liggja við kei, hava atgongd til ymiskar MRO tænastur (Maintenance, Repair, and Operations), bunkring, hydralik, el og stálarbeiði. Eisini ber til at fáa atgongd til heilsu, trygd og matvørur.

Í Vági er eisini ørgrynna av upplivingarmøguleikum, sum manning kann gera sær dalt av, meðan skip liggja við kei.

Bátapláss

Bátaplássið liggur á Oyrunum, sum er á suðursíðini á Vágsfjørði. Í bátaplássinum er pláss fyri 21 smábátum.

Bunkring til smábátar fyrigongur á Diasakei á norðursíðini.

 Til ber at søkja um bátapláss her.

Reglugerð um óljóð á skipum

Vágs Havn er fevnd av kommunalu reglugerðini um óljóð á skipum. Reglugerðin ásetur felags reglur um lágfrekvent motorljóð og um óneyðugan larm frá skipum, sum liggja við bryggju í kommunalari havn. Í hesi reglugerð er felags markvirði ásett fyri lágfrekventum motorljóðið. Markvirðini verða sett í verk 1. januar 2022 og eru stigvíst lækkandi komandi trý árini. Les alla reglugerðina her.

Send fyrispurning