Leys størv
Vágs Kommuna er í støðugari menning. Hetta hevur við sær, at kommunan javnan hevur leys størv, sum lýst verður her á.
Í løtuni er 1 størv leys at søkja.
- Starvsfólk til bingjuplássið – tíðaravmarkað árið út
Starvsfólk til bingjuplássið – tíðaravmarkað árið út
Vágs Kommuna søkir eftir einum røskum og álítandi starvsfólki til bingjuplássið á Oyrunum. Starvið er 10 tímar aðruhvørja viku, við møguleika fyri at arbeiðstíðin kann verða longd.
Sjálvboðin umsókn
Vágs Kommuna er altíð áhuga at frætta frá fólki, sum kundu hugsa sær at starvast hjá kommununi, gjørt verkætlanir ella komi í starvsvenjing. Send sjálvbodna umsókn til Vágs Kommunu við at trýsta á hetta leinki.
Tá søkt verður, verður samtykt givin um, at Vágs Kommuna kann varðveita og viðgera upplýsingarnar, lívsrensl og onnur skjøl, sum latin vera okkum umvegis sjálvbodnu umsóknina,.