TT

Staðarnøvn

Í 2020 fóru Arnfinnur Bjarkhamar og Arnfinnur Thomassen í gongd við at skráseta øll staðarnøvnini í Vágs kommunu.

Staðarnøvn vóru fyrr ein vanligur partur av gerandisdegnum í samband við, at fólk settu orð á, hvar leiðin gekk antin til arbeiðis, at vitja fólk ella at røkja aðrar uppgávur í gerandisdegnum. Men hetta er alt broytt tey seinastu áratíggjuni. Hóast nógv staðarnøvn enn eru partur av gerandismálinum kring um í føroysku bygdunum, so eru tað eisini nógv staðarnøvn, sum spakuliga eru við at verða gloymd. Og fyri at varðveita hendan partin av søguni hjá Vágs kommunu, verður nú farið undir at skráseta staðarnøvn í kommununi.

Hetta arbeiðið varð liðugt í 2021 og tá skipaði Vágs Kommuna fyri framsýning í MIðlatúni.

Um verkætlanina

Í novembur 2020 byrjaði verkætlanin hjá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar at skráseta staðanøvnini innangarðs í Vági. Teir báðir hava m.a. tosað við eldri borgarar og fingið ymisku staðanøvnini í Vági skjalfest. Eftirfylgjandi var ein almenn framsýning í Miðlatúni, har borgarar í Vági og onnur áhugaði fingu møguleika at síggja arbeiðið hjá teimum báðum og koma við viðmerkingum um møgulig onnur staðarnøvn.

Okur eiga øll staðanøvnini og tí er natúrligt, at øll vera við at gera sína ávirkan galdandi og koma við viðmerkingum, siga teir báðir, Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar.

Staðarnøvnini á netinum

Síðsta liðið í verkætlanini var at lesa øll staðarnøvnini inn í eitt talgilt kort. Hetta arbeiðið kom undir land í apríl 2022. Almenningurin kann síggja talgilda kortið her, somuleiðis eru søgur knýttar at nøkrum av staðarnøvnunum. Um ein hevur viðmerkingar til kortið, so ber til at senda Vágs Kommunu ein teldupost á vagur@vagur.fo.