Burturkast, tirving og endurnýtsla
Umhvørvið og røkt av umhvørvinum hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum. Vágs Kommuna leggur stóran dent á umhvørvisviðurskiftir, bæði tá tað snýr seg um burturkast, skipað ruskpláss, tiving, endurnýtslu og umhvørvið í býnum sum heild.
Ruskplássið á Oyrunum
Her skal burturkast frá húsarhaldum í kommununi – tað, sum ikki fer í IRF-posarnar. Vinnuligt burturkast og størri mongdir av burturkasti frá húsarhaldum skal til miðstøðina hjá IRF í Trøllavík.
Tað er týdningarmikið, at tú skilur burturkasti í røttu bingjurnar. Tá tú skilur burturkasti rætt, verður meira endurnýtt og minni fer burtur.
Her kanst tú burturbeina
- Mánadag, ónsdag og fríggjadag kl. 17:00 – 19:00
- Leygardag kl. 14:00 – 18:00
Ruskplássið er stongt allar heiligdagar og harafturat flaggdagin, 1. mai, grundlógardagin og 1. november. Annars eftir kunning frá kommununi.
- Ruskplássið er bert ætlað vanliga húsarhaldinum.
- Virkir, handlar, kioskir, stovnar v.m. kunnu ikki nýta bingjuplássið.
- Loyvt er ikki at lata ruskplássinum størri nøgdir frá eitt nú húsabygging ella umvæling. Størri nøgdir skulu koyrast beinleiðis til IRF í Trøllavík.
- Rusk má bert koyrast á ruskplássið, tá ið tað er opið.
- Tað er strangliga bannað at seta frá sær burturkast uttanfyri bingjuplássið.
- Tað er strangliga bannað at koyra nakað burturkast, so sum vembur og annað lívrunnið burturkast aðrastaðni enn á kommunala ruskplássið.
Brot á hesa reglugerð verður revsað við bót.
Umsjónarfólkið hevur telefon 239374.
Moldgoymslan
Gamla grótbrotið á Eiðinum og verður nú brúkt til moldgoymslu, har útgrevstur og annað lívrunni plantuburturkast kann tirvast. Livrunna burturkastið og útgrevsturin skal nýtast til at bøta um lendið, so økið við tíðini aftur verður í upprunaligum standi og ein náttúrligur partur av vakra lendinum á Eiðinum.
Her kanst tú tirva
Grótbrotið á Vágseiði var eitt arbeiðspláss og eitt týðandi øki í Vági, serliga í 1960’unum og 70’unum, har grót varð tikið úr fjallinum og knúst til bygging, vegir og havnaløg. Á Eiðinum stóð eisini ein grótknúsari, sum gjørdi grótið til smærri tilfar.
Tað, nógv minnast frá hesum tíðarskeiðið, er at nógvir lastbilar koyrdu við gróti, larmurin frá grótknúsaranum og øll arbeiðsfólkini á Eiðinum. Nógv tilfar til vegagerð og bygging í Suðuroy kom haðani.
Vágseiði sjálvt hevur altíð verið eitt hart og veðurhart øki við stórum klettum og brim, men eisini eitt stað við nógvari vinnu- og havnasøgu.
Vágs Kommuna eigur nú grótbrotið og verður tað brúkt til moldgoymslu, har útgrevstur og annað lívrunni plantuburturkast kann tirvast. Livrunna burturkastið skal nýtast til at bøta um lendið, so tað við tíðini verður økið aftur í upprunaligum standi og ein náttúrligur partur av vakra lendinum á Eiðinum.
Endurnýtsla
Endurnýtslubyngja er sett upp við ruskplássið á Oyrunum. Henda byngja er ætla burturkasti, sum er ov gott at beina burtur, og sum onnur kundu fingið gleði av. Lutirnar, sum verða settir í bingjuna, eru borgarar vælkominir at taka heim við. Lutir, t.d. ting, innbúgv o.l., sum verða mett at kunna brúkast, verða goymd í bingjuni í tvær vikur.
Bingjan er opin somu upplatingartíðir sum bingjuplássið, og skal brúkast í samráð við umsjónarfólkið á staðnum.
Størri mongdir av burturkasti og vinnuligt burturkast
Ruskplássið hjá Vágs Kommunu tekur ikki í móti størri nøgdum av burturkasti frá húsarhaldum í kommununi. Hetta sama er galdandi fyri burturkast frá vinnuni í kommununi. Í hesum førum verður víst til móttøku- og tyrvingarplássið hjá IRF í Trøllavík. Sí reglugerðina fyri ruskplássið.
Hevur tú ongan gráan posa eftir?
Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 38, eru ov nógvir posar brúktir.
Lesið meira á heimasíðuni hjá IRF.
Bingjan hjá Dugna
Øll kunna stuðla virkseminum og hugtakinum hjá Dugna, um at meinniskju eins og lutir hava virði og rætt til nýggjar møguleikar, við at lata lutir til í endurnýtslubyngina. Bingjan hjá Dugna stendur á økinum hjá Salt.
Les vegleiðingina um, hvat kann latast í byngjuna her.
Spurningar um byngjuna ella virksemi hjá Dugna í Suðuroy kann stílast til Eyðstein Jacobsen, leiðari, telefon 29 29 95.
Tað ber eisini til at finna upplýsingar um Dugna her.
Bingjan verður opin hesar tíðir:
Mánadag til tórsdag frá kl. 10.00 til kl. 14.00