Eldri
Vágs Kommuna roynir at gera sítt fyri at gera gerandisdagin hjá teimum eldru í kommununi so innihaldsríkan sum gjørligt. Tilboðini hjá kommununi fevna um ellis- og røktarheimið Hamragarð, eldrasambýlið, dagtilhald, heimatænastu og mattænastu - umframt at Vágs Kommuna eisini er partur av Suðuroyar ellis- og røktarheimi á Tvøroyri.
Bú- og heimatænastan
1. januar 2015 yvirtóku kommunurnar í Suðuroynni eldraøkið, sum er skipað undir Bú- og heimatænastan í Suðuroy. Bú- og heimatænastan hevur sostatt ábyrgdina av tænastunum til eldri borgarar í oynni. Evstu ábyrgd fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy hevur eitt stýrið, sum er mannað við 9 limum. Borgarstjórarnir í Suðuroynni eru fastir limir, og harumframt verður valt eitt umboð afturat fyri Vágs Býráð og eitt fyri Tvøroyrar Býráð.
Meiri kunning á www.bhs.fo.