TT

Flyting

Tá ið flutt verður til Vágs ella í annan bústað í Vági, skal boðast frá hesum hjá Vágs Kommunu. Kommunan umsitir fólkayvirlitið hjá Umhvørvisstovuni.

  • Verður flutt úr útlondum til Vágs, skal flytingarskjal útfyllast í Miðlatúni á Vágsvegi 57.
  • Verður flutt úr Vági til Norðurland, skal boðast frá hesum hjá kommununi, sum viðkomandi flytur til, sum síðani boðar Vágs kommunu frá.
  • Verður flutt í annað land enn Norðurland, skal hetta bæði boðast frá hjá tilflytingarkommununi og Vágs Kommunu.

Sjálvavgreiðsla til landsfólkayvirlitið

Boða frá flyting til Vágs ella í Vági her. Um flutt verður úr útlandi ella um tú ikki hevur Vangan, so ber til at boða frá flytingini her.

Skalt tú hava eina P-tals váttan ella bústaðarváttan, so kanst tú fáa hesar váttanir her.