Trúarlív
Í kommununi er ríkt trúarlív, sum fevnir um kirkju og samkomur. Niðanfyri er yvirlit yvir trúarlívið í kommununi.
Málið um nýggju kirkjuna í Vági skuldi vísa seg at verða sera drúgt.
Á fundi 16. november 1913, í kirkjuráðnum í Vági, varð avgjørt at skriva til Strømmens Trævarefabrik í Oslo og fáa nakrar upplýsingar um kirkjur úr viði. Hendan verksmiðjan hevði gjørt nýggju kirkjuna á Tvøroyri nøkur ár frammanundan.
Í 1914 verður so hugt at tekningunum, men hildið varð, at best var at lýsa til eina kapping í bløðunum, um at gera eina kirkju, sum tekur umleið 500 fólk. Í fyrstu atløgu góðtók kirkjuráðið eina tekning frá J.A. Arge í Havn, men í januar 1916 varð aftur lýst við kapping í bløðunum, hesaferð skuldi kirkjan verða úr gróti. Viðtikið varð at taka av einum tilboði frá Guttorm Østerø og Vilhelm Samuelsen.
Tá ið byggingin skuldi fara ígongd væntaði fíggingin. Løgtingið hevði játtað kirkjuráðnum pening í 1920, men í 1923 sóu teir seg ikki førar fyri at útvega peningin.
Í mars 1924 varð aftur lýst í bløðunum. Hesaferð skuldi kirkjan antin verða laða av gróti ella stoypt í betong. Hon skuldi vera 45 alin long og 12 alin breið. Í apríl 1926 varð avgjørt at taka av uppskotinum hjá Sofus Johan Hofgaard, arkitekti á Tvøroyri.
Tann 7. august 1927 legði Jákup Dahl, próstur, grundarsteinin undir ta nýggju kirkjuna.
Jacob Christiansen í Havn fekk arbeiði at stoypa múrarnar. Men tá arkitekturin Hofgaard, í februar 1928, gjørdi vart við, at byggimeistarin ikki helt seg til málini, varð sáttmálin uppsagdur. Arbeiðið helt tó fram. Arkitekturin Hofgaard stóð nú fyri arbeiðinum.
Og soleiðis koyrdi málið víðari, og tá ið kirkjan endaliga varð vígd føstulávintssunnudag 19. februar 1939 av Fuglsang-Damgaard biskuppi úr Danmørk, var liðin meira enn fjórðingsøld, síðan kirkjuráðið í Vági av fyrstan tíð fór undir at fáa til vega nýggja kirkju í Vági.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]
Samband
Bústaður: Vágsvegur 34
Teldupostur: vags@kirkja.fo
Frelsunarherurin byrjaði virksemi sítt í Føroyum í 1924 og byrjaði regluliga í Vági í 1947.
Arbeiði hjá Frelsunarherinum umfatar samkomurnar í Tórshavn og í Vági, harumframt Herbergið í Tórshavn og viðgerðarstovnin Frælsið á Eiði.
Frelsunarherurin er stovnaður í London í 1865 og stovari Frelsunarhersins er William Booth.
William Booth varð føddur í Nottingham í Onglandi í 1828. Hann var frá heilt ungum árum av, upptikin av livikorinum hjá teimum fátæku og var íðin at stríðast politiskt fyri at betra um livikórini hjá teim fátæku. Somuleiðis var hann ein djúpt trúgvandi persónur og brendi fyri at bera sínum samtíðar menniskjum boðskapin um Jesus. William sá skjótt at hann mátti velja, tí at væl kundi politikkur linna vesaldómin í eina tíð, men tað týdningarmesta var, at menniskju løgdu lív sítt í Harrans hond við trúnni á Jesus Kristus.
Seinni sá hann at skuldi trúarlív hansara hanga saman, so mátti hann verða upptikin av sosialpolitikki samstundis og tað er ein góð lýsing av arbeiðinum hjá Frelsunarherinum, at tað evangeliska arbeiði gongur hond í hond við tað sosiala arbeiði.
William hevði røtur og virkaði somuleiðis í eina tíð sum prestur í Metodistkirkjuni, men merkti at Gud hevði eina aðra ætlan við honum, harav Frelsunarherurin fekk sín uppruna.
Altjóða yvirlýsing hjá Frelsunarherinum
Frelsunarherurin er ein altjóða evangelisk rørsla og ein partur av teirru heimsumfatandi kristnu kirkjuni.
Boðskapurin byggir á Bíbliuna.
Tænastan er motiverað av Guðs kærleika.
Uppgávan er at boða Jesu Kristi evangelium og í Hansara navni at møta menniskjaligum tørvi, uttan at gera mannamun.
Vanliga vikuskráin hjá Frelsunarherinum í Vági
Mánadag kl. 19.00: Bíbliu- og bønarmøti
Týsdag kl. 09.30: Orðið á borðið
Ónsdag kl. 20.00: Heimaforbund - kvinnur í øllum aldri eru vælkomnar.
Sunnudagin kl. 12.00: Sunnudagsskúli
Sunnudagin kl. 17.00 Møti
Frelsunarherurin í Vági
Samkomuleiðarar: Henrietta og Sámal Midjord
Bústaður: Vágsvegur 3, Postmoga 4, 910 Vágur
Telefon: 37 31 50
Teldupost: vag@frelsesarmeen.no
Bethel nevnist samkomuhúsið hjá Brøðrasamkomuni í Vági.
Brøðrasamkoman byrjaði sítt virksemi í Vági í 1909. Fyrsta breyðbrótingin fór fram 12. desember 1909 í stovuni hjá Johan Andrias Godtfred - vanliga nevndur Dias á Heyggi úr Porkeri. Tað vóru fimm folk samlað til fyrstu breyðbrótingina.
Tey fyrstu møtini vóru hildin í stovuni hjá Diasi, og seinni, tá Smith hevði bygt, vóru møtini hildin upp á skift hjá Diasi og Smith - teir vóru grannar. Tá ið fremmand vóru á vitjan, vóru onnur hølið leiga - smiðjan hjá Niels Peturi, avhaldshúsið og í klubbanum. Eisini varð nógv gjørt burturúr við at hava útifundir.
Samkoman vaks so við og við, og tí varð neyðugt at fáa aðra loysn á hølisviðurskiftini. Í 1920 varð salurin bygdur og hann fær navnið Bethel. Tey vanligu møtini vóru sunnudag, klokkan 11 var breyðbróting, klokkan 15 var sunnudagsskúli og klokkan 18 var evangeliskt møti. Ónskvøld var bønarmøti klokkan 20. Í 1946 varð húsið Bethel, við tilhoyrandi ogn, gjørt til ein sjálvseigandi stovn, sum samkoman enn eigur og rekur. Stovnurin hevur eina sjeymannað nevnd.
Tað verður álagt nevndini at ansað eftir, at húsið Bethel verður nýtt til tað, sum tað er bygt til - Gudsdyrkan og kunngeran av evangeliinum. Við øðrum orðum; eitt samkomuhús fyri Guds børn til Gudsdyrkan eftir bíbliurnar læru og til kunngeran av Kristi reina og fría evangelium um eina fullfíggjaða æviga frelsu gjøgnum Kristi deyða og uppreisn aleina.
Í 1950 varð Bethel umbygt og gjørt munandi størri - síðsta umbyggingin var liðug í 1992, har:
- nýggj inngongd varð gjørd á norðaru síðu
- niðara hæddin varð útgrivin og innrætta
- ein lítil salur gjørdur
- goymslurúm, køkur og saniteru rúmini vóru gjørd av nýggjum, og
- økið uttanum varð fríðka og nýtt parkeringsøki varð gjørt.
Vanliga vikuskráin hjá Bethel
Sunnudag kl. 11.00: Breyðbróting
Sunnudag kl. 12.30: Sunnudagsskúli
Sunnudag kl. 18.00: Evangelskt møti
Summarhálvuna kl. 21.00: Útimøti
Ónsdag kl. 20.00: Bønar- og uppbyggingarmøti
Leygardag kl. 21.00: Ungdómsmøtir uppá skift millum hinar samkomurnar í oynni.
Bethel í Vági
Teldupostur: nordberg.joanes@gmail.com
Bústaður: Vágsvegur 80
Facebook: Bethel Vágur
Meinigheitshúsið er partur av Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum. Tískil er tað í kirkjuni, at sakramentini og konfirmatión fara fram. Trúboðari er knýttur at Meinigheitshúsinum og hevur regluliga møtir. Annars eru tað leikfólk, ið bera orðið fram. Grundarlagið er Bíblian, Guds heilnæma orð, menniskjum til umvending og uppbygging.
Meinigheitshúsið hevur ikki fastar limir og onga limakráseting.
Meinigheitshúsið í Vági varð tikið í brúk 1. januar 1917. Møtir høvdu tó verið hildin síðan 1905, tá Axel Fr. Moe varð settur sum trúboðari og hjálparprestur í Suðuroy (seinni sum fyrsti sóknarprestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi). Hesi møtir vóru hildin bæði inni hjá privatfólki, í Avhaldshúsinum og úti. Nógv fólk komu til møtini – serliga undir seinna heimsbardaga - og tá varð eisini avgjørt, at økja um húsavíddina við einum sali afturat, sum kann nýtast seperat, ella saman við verandi sali.
Seinastu árini er húsið høvuðsumvælt, og er nú væl umtókt til at leiga til størri samkoming so sum ervi, konfirmatiónaveitslur og onnur høvi.
Vanliga vikuskráin hjá Meinigheitshúsinum
Sunnudag kl. 13:30: Sunnudagsskúli
Sunnudag kl. 18:00: Møti ella kl. 20.00: Andaktsløta
Týsdag kl. 19:00: Sjómanskvinnuringur ( einaferð um mánaðin í vetrarhálvuni)
Ónsdag kl. 19:00: AA fundur (inngongd á vestaru síðu)
Ónsdag kl. 19:30: Ungdómsmøti (í vetrarhálvuni)
Frígggjadag kl. 15:00: Dagsglæma (í vetrarhálvuni) sí nærri her.
Leygardag kl. 19:00: AA fundur (inngongd á vestaru síðu)
Um summari skiftast bygdirnar um at hava felagsmøtir fyri alla oynna. Lýst verður tá missiónsvika, hvítusunnustevna, felagsmøtir og onnur tiltøk eru.
Meinigheitshúsið í Vági
Bústaður: Vágsvegur 91
Teldupostur: vagsheim@olivant.fo
Facebook: Meinigheitshúsið