Spælipláss og fríøkir
Í Vági finnast fleiri spælipláss og fríøkir, sum borgarar og vitjandi í Vági kunnu gera brúk av. Niðanfyri ber til at lesa meira um hvørt einstakt spælipláss og fríøki.
Spælipláss
Spæliplássið á skúlalagnum er partur av skúlagarðinum hjá Vágs skúla. Spæliplássið er alment og klætt við gummi undirlagið, soleiðis at børn ikki fáa ilt, um tey eru óansin. Á spæliplássinum er:
- klintristativ við reipum og klintriveggi
- reiggjur
- ringreið
- spælihús
- skreiðibani
- fótbóltsvøllur
Spæliplássið er vælegna til børn um skúlaaldur og eldri - tó kunnu øll fáa gleði av at spæla á tí.
Spæliplássið í miðbýnum liggur við høvuðsvegin á Vágsvegi, yvirav Ungdómshúsinum. Nýggja spæiplássið leggur upp til rørslu og spæl til skúlabørn, men eisini til uppihald, soleiðis at spæliplássið eisini kann verða ein savningarstaður i miðbýnum í Vági.
Á spæliplássinum er:
- Spælitorn við russjubana og møguleikum at klintra
- heingikoyggjur
- klintrinet við fleiri møgleikum
- Undirlagið er bleytt hybridgræs.
Spæliplássið er vælegna til børn í skúlaaldri.
Spæliplássi í Parkini liggur í vakra náttúrufríøkinum við sandin. Spæliplássið hevur bleyt undirlag fyri at verja børn, um hesi eru óansin og detta. Á spæliplássinum er:
- reiggjur
- ringreið
- spælihús
- skreiðibani
- benkur og borð
Sum nakað serligt, so hevur spæliplássið eina reiggju til børn og ung, sum eru rørslutarnað.
Spæliplássið er vælegna til børn undir skúlaaldur og í fyrstu skúlaárunum.
Fríøkir
Viðarlundin í Vági - vanliga nevnd plantagan - liggur ovarliga í bygdini við endan av Skálavegi. Í viðarlundini er gøta og framvið gøtuni eru borð og benkur. Viðarlundin er vøkur og hevur útsýni yvir alla Vágsbygd, fjørðin og vestur á Vágseiði. Í viðarlundini ber til at njóta eina fríløtu.
Gøtan í viðarlundini knýttur í bygdagøtuna til Fámjin, Øravík, Hov og Porkeri.
Náttúruvakra økið við sandin í Vági verður nevnt Parkin. Í Parkini ber til at ganga á gøtum, sum leiða til eitt nú sitipláss, spælipláss og eitt lítið vatn. Í Parkini kann ein njóta eina løtu í frið við útsýni móti fjørðinum og vestur móti Eiðinum. Eitt spælipláss er í Parkini og tað ber eisini til at eta ein matpakka á sitiplássunum ella á grasfløtuni.
Stórsligna standmyndin eftir Tofta Regin stendur uttanfyri Parkina. Til ber at koma heilt tætt at standmyndini og eitt kunningarskeltið gevur vitjandi møguleika at lesa meira um Tofta Regin.
Eftir ynski frá Vágbingum, varð Fløtan Fríða gjørd til minnisvarða. Minnisvarðin er fyri Føroya fyrsta skip, Royndina Fríðu hjá Nólsoyar Páll, sum varð bygd á staðnum, har minnisvarðin stendur.
Tað vóru lokalar eldsálir, sum tóku stig til at fáa Fløtuna Fríðu varðveitta fyri eftirtíðina. Ein nevnd varð sett at arbeiða við at seta ein minnisvrða á Fløtuna Fríðu, og Jóansøkudag í 1962 varð minnisvarðin avdúkaður.
Vestaliga í Vági liggur Vatnið, sum Vágbingar vanliga siga. Eitt frálíkt stað at spáka ein túr eftir gongugøta, sum er gjørd runt um vatnið. Í myrkri eru ljóssteyrar, ið lýsa gøtuna og økið kring Vatnið upp. Kring Vatnið er eisini eitt ríkt fuglalív.
Ein gongugøta gongur eisini frá Vatninum framvið Laksá. Gøtan gongur framvið vakra skúlaheimið hjá Ítróttarháskúlan og til Parkina við Sandin.
Í hesum náttúru vakra umhvørvið kanst tú koma heilt tætt at og síggja Atlantshavið fyri vestan. Vinstru megin stendur 200 m høga bergi Skúvanøs og fyri framman liggur skerið Heltnarnar. Í brimi og flóð eru Heltnarnar fjaldar, harvið stóðst vandi tá bátar fyrr løgdu at á Vágseiði.
Lendingin á Vágseiði nevnist Kleivin og var brúkt ígjøgnum 19. og 20. øld. Vágseiðið gav fiskimonnunum atgongd til týðandi fiskimið. Fiskurin var eisini týðandi partur av rávørugrundarlagnum hjá fyritøkum í Vági, sum framleiddu fisk m.a. til Spania og Portugisiska marknaðin.
Í 1906 verður fyrsti trábanin settur upp. Hesin fyrsti trábanin var ein togbani, sum varð drivin við handamakt. Í 1929 varð nýggjur trábani bygdur. Hesin trábanin var úr jarni og el-rikin, nú møguleiki var at fáa el frá fyrsta elverkinum í Føroyum, í Botni norðan fyri Vág, sum var tikið í nýtslu í 1921. Hesin seinni trábanin var í drift inntil í 1950unum og varð tikin niður í 1970unum.
Fiskimennirnir høvdu stóra virðing fyri veðrinum. Tá ið illveður var á Vágs Eiðið, róðu teir út frá kaiini í Vági. Í ódnini 14. januar 1989 fórust neystini. Bátarnir standa nú í neystum runt um Vágsfjørð.
Tað eru tvær standmyndir á Vágs Eiðið sum Hans Joensen, Hans í Líðini, hevur gjørt. Standmyndirnar eru nevndar: ”Teir draga bát fyri vestan” og ”Fara til útróður”. Báðir ímynda teir farnu søguna hjá fiskimonnunum.
Hetta avbera vakra plássið eigur sín lut í altjóða politikki. Í góðum veðri sæst stórbæra Beinisvørð fyri sunnan, og fyri norðan sæst Gjógvaráfjall.
Eggjarnar eru uml. 200 m høgar. Undir 2. heimsbardaga varð støðin Loran A bygd her á staðnum.
LORAN er stytting fyri Long Range Navigation. LORAN-signalið rakk 2400 km við einum neyvleika á 16 km. Hetta var brúkt av skipum og flogførum og gjørdi ferðsluna tryggari undir krígnum. Fýra stórar mastrar vórðu settar her, og enn síggjast leivdirnar í bønum.
Tey bæði betonghúsini, sum síggjast í dag, eru húsini, sum teir brúktu til maskinrúm og manningarrúm, og har teir ansaðu tólunum. Í 1946 varð hon yvirtikin av donsku verjuni, sum lærdi fólk upp á staðnum at arbeiða á støðini.
Tann 3. mai 1967, tá jarðskjálvtarnir vóru í Vági, rýmdu menninir úr bygningunum, tí teir vóru í so ringum standi. Eftir ta hendingina bleiv ein nýggj støð bygd longri vekk frá eggini. Hon varð tikin í nýtslu í 1969, og er tað tann fyrsti bygningurin, tú sært, tá tú kemur niðan á Eggjarnar.
Støðin var virkin frá 1943 til 1977.
This exceptionally beautiful place has a role in international politics. In good weather, you can see the magnificent Beinisvørð to the south and Gjógvaráfjall to the north.
The cliffs are approximately 200 meters high. During World War II, the Loran A station was built at this location.
LORAN stands for Long Range Navigation. The LORAN signal reached 2400 km with an accuracy of 16 km. It was used by ships and aircraft, making navigation safer during the war. Four large masts were erected here, and remnants can still be seen in the fields.
The two concrete buildings visible today were used as engine rooms and crew quarters, where they monitored the equipment. In 1946, the station was taken over by the Danish military, who trained locals to work at the station.
On May 3, 1967, during the earthquakes in Vágur, the men evacuated the buildings because they were in such poor condition. After this event, a new station was built further away from the cliff edge. It was put into use in 1969 and is the first building you see when you arrive at Eggjarnar.
The station was operational from 1943 to 1977.