TT

Vágs Kommuna ynskir at fáa avtalur við lesandi og útisetar, sum kunnu koma í starvsvenjing hjá okum ella skriva verkætlanir saman við okum. Okur umboða eisini vinnulívið í Vági, sum fegin vil samstarva um skrivligar og verkligar verkætlanir, og bjóða eisini møguleikan til starvsvenjing.

Uppskot til verkætlanir og starvslesandi í Vágs Kommunu
  • Ferðavinna: Menning av ferða- og upplivingarvinnuni í Vági?
  • Ferðavinna: Hvussu kunnu heimsmálini brúkast í ferðavinnuhøpi í Vági?
  • Tekniska øki: Brandstøð - tekna og projektera eina nýggja brandstøð.
  • Tekniska øki: Býarplanlegging – er verandi samtykt ein góð loysn?
  • Tekniska øki: Grøna umskiftið í kommununi – hvussu gerst Vágs Kommuna grønari?
  • Tekniska øki: Støðumeting og viðlíkahald av kommunalum bygningum. Hvussu kunna okur menna og fáa mest burturúr verandi bygningum? Ella finst ein betri loysn?
  • Kommunal menning: Hvussu kann Vágs Kommuna brúka heimsmálini í sínum virksemi?
  • Kommunal menning: Hvussu burdi bygnaðurin í kommununi sæð út? (organisering og strukturering)
  • Kommunal menning: Fíggjarstýring og optimering í Vágs kommunu.
  • Kommunal menning: Verkætlanarleiðsla – frá samtykt til veruleika.
  • Vinnumenning og íverksetan: Business Vágur sum business case.
  • Ítróttur: Ítróttur og samskipan av ítrótti uppá tvørs av ítróttagreinum.
  • Námsfrøði: Námsfrøði í útjaðarunum í Føroyum.
  • Námsfrøði: Føroyskt barnalív og mentan, við øllum ynskiligum menningarmøguleikum í nærumhvørvinum.

Aðrir møguleikar kundi verið:

  • HR
  • CSR/HTU
  • Marknaðarføring og samskifti
  • Coworking og workaction
  • Almenn fyrisiting
Páls Høll

Páls Høll er baðilandið í Vági, ið húsar 50-metra hyli, heitum barnahyli og vatnrussjibreyt. 

Umframt góðu umstøðurnar at svimja hjá vaksnum og børnum, er eisini venjingarmiðstøð og vælverudepil í Páls Høll.

Páls Høll ynskir at arbeiða við lesandi um uppgávur ella verkætlanir, samstundis kunnu lesandi søkja um at koma í starvsvenjing hjá Páls Høll.

Dømi til uppgávu ella verkætlan:

  • Menning av verandi og nýggjum tilboðum í Páls Høll
  • Innrætting og optimering av Páls Høll
Marghøllin

Marghøllin er størsta ítróttahøll í landinum og einasta høll í landinum við innandura graslíkisvølli (½ stødd). Í Marghøllini er eisini hægsti klintriveggur í landinum og ein bouldering-klintriveggur. Í Marghøllini eru eisini møguleikar til frælsan ítrótt; við rennibreyt, lopgrøv og hæddarlopi. Marghøllin í Vági bjóðar tískil framúr umstøður til alskyns ítrótt og undirhald.

Marghøllin ynskir at arbeiða við lesandi um uppgávur ella verkætlanir, samstundis kunnu lesandi søkja um at koma í starvsvenjing í Marghøllini.

Dømi til uppgávu ella verkætlan:

  • Størri events í Marghøllini
  • Optimering av Marghøllini

Verkætlanir og starvslesandi í vinnuni í Vági

MR-EL

MR-EL er løðgildigur el-innleggjari í Vági, ið veitir tænastu og ráðgeving innan el-virksemi til privat og vinnu. 

MR-EL ynskir at arbeiða við lesandi um uppgávur ella verkætlanir.

Rock Trawl-doors

Rock Trawl-doors varð stovnað 1. oktober 2004, og endamálið var at gera og levera jarn og stálvørur til trolaraflotan, herímillum at umvæla og gera trollemmar. Virksemið hjá Rock er síðani víðkað og fevnir um aðrar vinnugreinar og vørur.

Frá byrjan av hevur Rock Trawl-doors verið ein føroysk fyritøka, ið hevur ment og framleitt sínar vørur í Føroyum og við føroyskari arbeiðsmegi. Rock hevur lagt dent á góðsku og neyvleika, og at kundin er í miðdeplinum. Vørurnar eru framleiddar úr hágóðsku ráðvørum og ætlaðar altjóða fiskiídnaðinum.

Rock ynskir at arbeiða við lesandi um uppgávur ella verkætlanir.

Dømi til uppgávu ella verkætlan:

  • Vørumenning
  • Virkismenning
  • Sølu og marknaðarførslu
Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi leggur dent á at veita privatkundum ráðgeving innan fígging, samansparing, tryggingar og gjaldsmiðling. Suðuroyar Sparikassi varð stovnaður í 1943 og hevur 2 deildir, ávikavist í Vági og í Tórshavn.

Suðuroyar Sparikassi ynskir at arbeiða við lesandi um uppgávur ella verkætlanir.

Dømi til uppgávu ella verkætlan:

  • Hvordan kan Suðuroyar Sparikassi blive en katalysator for verdensmålene i sit lokalområde på en forretningsmæssig sund måde?
  • Hvordan kan Suðuroyar Sparikassi skabe et blomstrende nærmiljø på en lønsom måde?
  • Hvordan kan Suðuroyar Sparikassi medvirke til at løse boligproblemerne på Færøerne på en økonomisk fornuftig måde?
  • Er en grønomstilling økonomisk rentabel for privatkunder? For hvilke kundetyper på +10 årssigt samt hvad sparer de eventuelt?
  • Hvordan kan Suðuroyar Sparikassi sikre en personlig bankrelation i en digital verden?
  • Hvordan sikrer ledelsen i Suðuroyar Sparikassi sig den bedste mulige organisation til at klare fremtidens krav til en finansiel virksomhed på fem års sigt?
  • Hvordan kan små pengeinstitutter overleve i en stærkt reguleret sektor?
  • Hvordan kan små pengeinstitutter overleve i konkurrencen med de globale banker og IT virksomheder?
  • Hvordan kan Suðuroyar Sparikassi blive hele Suderøs foretrukne pengeinstitut?
  • Hvordan virker markedsføring for et lokalt pengeinstitut? Og hvordan kan den blive mere effektiv givet økonomiske begrænsninger?
Ítróttaháskúlin í Suðuroy

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er ein fólkaháskúli, staðsettur í Vági, hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í einari fjølbroyttari persónligari menning.

Ítróttaháskúlin ynskir at arbeiða við lesandi um uppgávur ella verkætlanir, samstundis kunnu lesandi søkja um at koma í starvsvenjing á Ítróttaháskúlanum.

Kirvi

Kirvi er ein fyritøka í vøkstri, ið framleiðir vatn og aðrar leskidrykkir á fløsku.

Við nýggjum, tøkniligum framleiðsluútbúðani og veksandi sølu ynskir Kirvi at arbeiða við hægri lesandi um uppgávur og verkætlanir - skrivligar og verkligar verkætlanir.

Samband

Um tú hevur áhuga at gerast starvslesandi hjá Vágs kommunu ella vil hoyra meira um aðrar møguleikar, so kanst tú venda tær til Magnus Paula West á telefon 23 93 92, ella við at senda teldupost til magnus@vagur.fo.