TT

Kvøldskúlin

Kvøldskúlin í Vági bjóðar hvørt ár undirvísing og ymisk skeðir fyri ung og vaksin – kvøldskúlin er fyri fólk í aldrinum 15 ár og eldri. Undirvísingin fyrigongur í ymsum hølum í Vági. Veving hevur sini egnu hølir í kjallaranum í Heilsumistøðini. Tey flestu skeiðini verða hildin í Vágs skúla, Fablab Vágur og Miðlatúni.

Okur royna hvørt ár at koma við nýggjum íblástri, soleiðis at eitt sindur er til ymsu aldursbólkur og áhugamálini. Okur royna eisini at varðveita tey vælumtóktu skeiðini. Kvøldskúlatilboðini eru skiftandi frá einum ári til annað, soleiðis at tað verður tilpassa tørvin hjá borgarunun og rákinum í samfelagnum.

Samband

Leiðari er Tina Grønbech

Telefon: 23 93 33 (mánadag kl. 09-12 og tórsdag kl. 14-19).

Teldupost: kvoldskulin@vagur.fo

Ella umvegis facebook-vangan hjá kvøldskúlanum.

Tina Grønbech

Leiðari

Eftirgróður - Kvøldskúlablaðið

Okur hava í ár roynt at varðveita tey vælumtóktu skeiðini. Harafturat eru okur komin við nýggjum skeiðum. Í ár hava okur eisini lagt dent á, at fáa fleiri styttri skeið í skránna, tí tey styttri skeiðini vísa sjeg at hava stóran áhuga millum fólk. Hyggið í blaðið og fái íblástur – úrvalið er stórt hetta skúlaárið.

Kvøldskúlaskráin kann lesast talgilt her.

Tilmeldað tjeg til kvøldskúlaskeiðini

Minst til at stovna tær ein brúkara, áðrenn tú meldar tjeg til. Tú kanst stovna brúkaran niðanfyri.

Um tú hevur tørv á hjálp til at stovnað ein brúkara, so kanst tú skrivað til kvoldskulin@vagur.fo ella vitja borgaratænastuna í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni.

Stovna brúkara til kvøldskúlaskipanina her.

Rita inn í kvøldskúlaskipanina her.

Tá ið skeiðið letur upp - kemur ein knøttur fram, har tað stendur "Melda til". Trýst á "Melda til".
Trýst á "Legg í kurv". 
Tú hevur nú møguleika, at velja fleiri skeiði. Ella enda tilmeldingina her. 
Um tú ynskir at at tilmelda teg fleiri skeið, kanst tú trýsta á "legg frálæru afturat" ella fara inn á her. Um tú bert ynskir at melda teg til eitt skeið, trýst so á "Enda tilmelding".  
Tá ið tú hevur trýst á "Enda tilmelding" mást tú góðtaka treytir fyri at koma víðari.  
Um tú ert fyrrverandi næmingur, kann tú logga teg inn her (ovast til vinstru). Um ikki, so mást tú fylla út teigarnar. 
Síðani verður ein brúkari stovnaður.
Tá ið teigarnir eru fyltir út, trýst so á "Fram". 
Teldupostur verður sendur við gjaldupplýsing tá ið skeiðið er stovnað.
Tá ið tú hevur útfylt feltini fært tú eini boð umvegis mail við login info. Fyrstu ferð tú ritar inn, skalt tú trýsta á leinkjuna 'Eg vil gjarna stovna eitt nýtt loyniorð : Trýst her'. Ein nýggj síða letur seg upp, og har gert tú tær eitt loyniorð.
Tá skeiðini eru stovnað, verður teldupostur við gjaldsleinkju sendur til næmingar, ið eru komnir inn á ynsktu skeiðini. 
Næmingagjaldið skal rindast beinanvegin. Tú fært teldupost hesum viðvíkjandi so skjótt skeiðið er upprættað. Hetta kann taka nakrar dagar. Neyðugt er, at tú kannar 'óynsktan post/spam'.
Øll, sum eru meldaði til og sloppin á skeið hjá Kvøldskúlanum, fáa boð frá undirvísaranum umvegis telefon ella teldupost, tá ið ymisku skeiðini byrja.

Soleiðis stovnar tú ein brúkara
  1. Trýst á "Stovna brúkara til kvøldskúlaskipanina her.", ið er beint omanfyri hesum bredda.
  2. Tú ert beind/ur inn í keypsportalin hjá Vágs Kommunu. Byrjað við at útfylla kravdu teigarnar, ið eru merktir við *)
  3. Set flugubein í "Jeg har læst og accepteret betingelserne" og trýst so á "Opret konto". 
  4. Far aftur á vagur.fo vel "Mentan og frítíð" og trýst á "Kvøldskúlin".
  5. Blaða í yvirlitinum yvir kvøldskúlaskeiðir.
  6. Trýst á skeiðið, sum tú ynskir at tilmeldast, og tú verður beind/ur í keypsportalin.
  7. Trýst á "Til betaling" og útfyll kortnummar, lokadagur og tey trý CVC tølini á baksíðuni á kortinum.
  8. Tú verður nú beind/ur til Nets, har tú skalt útfylla sms-loyniorðið, sum verður sent til tína telefon, og sjálvvalda Nets-loyniorðið.
Gloymt loyniorðið til tín kvøldskúla brúkara?
  1. Um tú hevur ein brúkara, men minnist ikki loyniorðið. So skalt tú trýst á "Stovna brúkara til kvøldskúlaskipanina her.", sum er í breddanum omanfyri.
  2. Inni í keypsportalinum finnir tú "Allerede bruger?"
  3. Trýst á "Glemt login-oplysninger? Find dem her." og síðani á "Glemt Brugernavn?"
  4. Skrivað tín teldupost bústað.
  5. Tá ið tú hevur fingið teldupostin. Fylg vegleiðingini og ger eitt nýtt loyniorð.

Kvøldskúlaskeiðini

Niðanfyri er yvirlitið yvir kvøldskúlaskeiðini, sum verða á skrá í heys, vetur og komandi vár.

Prógv og menning

Dugnaskapur
Skjóttgangandi bátar
Prutl koyrikort
Rættstaving í føroyskum
Teknmál
Orðblindaundirvísing
Serundirvísing

Handverk og skapan

Handarbeiði
Glaslist I Tvey ættarlið saman
Glaslist
Silvur og steinsmyrki - heystskeiðið
Ger sápu úr tálg
Seyming
Seyming fyri børn 7-14 ár
Binding
Binding I Tvey ættarlið saman
Krea kafé
Repair kafé og endurskapan
Smíða tín egna havakompost

Talgilding og tøkni

Ættargransking
VCarve og CNC-fræsing
Krea barsils kafé
Myndir við fartelefonini
Canvaskeið - Byrjanarskeið
Víðkað skeið í Canva

Rørsla og náttúra

Ross og ríðing
Kórsangur
Rørslugleði og stuttleiki - 40+
Lær at svimja - 60+
Lær at svimja crawl - 30+

Føroysku klæðini

Møttil
Buksurnar
Bregda bond
Virka hosubond
Vesturin
Fyriklæðið
Húgvan