TT

Mentanarstuðul

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi. Mentanarstuðul kann vera latin til borgarar ella felagsskapir búsitandi í kommununi, ella sum hava sítt virksemi í kommununi.

Stuðla verður innan: ítrótt, sang og tónleik, sjónleik í breiðari merking, myndlist og skapandi list í breiðari merking, íroknað heimavirki og gomul handverk. Áhugafeløg og frítíðarvirksemi, bóka- blað- og fløguútgávur, námsferðir og seturskúlar og bygdasøvn/fornminnisfeløg.

Umsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Freistirnar at søkja um mentanarstuðul eru tann 1. apríl og tann 1. oktobur. Umsóknir verða viðgjørdar á fyrsta nevndarfundi eftir hesar tíðarfreistir.

Reglugerð um stuðul til feløg og tiltøk í Vágs Kommunu

Stuðul til ítróttarfeløg og bólkar

  • Felagið skal vera skrásett í kommununi.
  • Felagið skal verða virki.
  • Stuðulin kann hækkast til feløg sum hava miðvíst lokalt ungdómsarbeiðið.
  • Roknskapur skal fyriliggja fyri stuðul yvir 25.000,00 kr.
  • Stuðulin verður bert veittur eftir skrivligari umsókn.
  • Gjøldini verða ásett árliga í mun til fíggjarætlanina hjá Vágs kommunu.

Stuðul til tiltøk

  • Kommunan kann veita stuðul til ávís tiltøk, sum hava týdning fyri kommununa
  • Stuðulin er treytaður av at ein roknskapur verður gjørdur fyri tiltakið. Kommunan kann treyta sær, at tiltakið er framt áðrenn stuðulin verður goldin út.

Stuðul til einstaklingar

  • Í samb. við 100 ára føðingardagar hjá privatpersónum rindar kommunan fyri mat, høli og fólk til matger.
  • Næmingaferðir, kommunan kann lata stuðul til næmingaferðir fyri næmingar úr Vágs Kommunu.

Stuðul til landsfeløg

  • Kommunan kann stuðla feløgum uttanfyri kommununa.
  • Kommunan kann stuðla einstøkum prosjektum, sum hava týdning fyri borgarar í kommununi og eru tíðaravmarkað. Treytin er at ein fíggjarætlan er og at tiltakið hevur ein roknskap tá tað er liðugt. Stuðulin kann vera treytaður av at prosjektið er framt.

Mannagongdir

  • Stuðul undir 20.000,00 kr. verður beinleiðis játtaður og avgreiddur av Mentunarnevndini.
  • Stuðul yvir 20.000,00 kr. verður avgreiddur av Fíggjarnevndini eftir tilmæli frá Mentunarnevndini.
  • Stuðul yvir 50.000,00 kr. verður avgreiddur av Býráðnum, eftir tilmæli frá Fíggjarnevndini og Mentunarnevndini.

Hendan Reglugerð er góðkend á býráðsfundi tann: 16. mai 2011

Sjálvavgreiðsla til mentanarstuðul

Søk um mentanarstuðul frá Vágs Kommunu her.

Umsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Freistirnar at søkja um mentanarstuðul eru tann 1. apríl og tann 1. oktobur. Umsóknir verða viðgjørdar á fyrsta nevndarfundi eftir hesar tíðarfreistir.

Umsókn kann eisini sendast til teldupostbústaðin vagur@vagur.fo.