TT

Frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin heldur til í ungdómshúsinum, sum liggur miðskeiðis í bygdnini. Frítíðarskúlin er fyri børn í 1. og 2. flokki, eftir at undirvísingin gerandisdagar er liðug. Børnini í frítíðarskúlanum verða heintað í Vágs skúla og fylgd av námsfrøðingum til frítíðarskúlan.

Í frítíðarskúlanum verður nógv gjørt burturúr tí kreativa, har tey námsfrøðiligu virðini og árshjólið eru hornasteinar í arbeiðinum. Endamálið við námsfrøðiliga virkseminum er, at í gjøgnum umsorgan, sosialisering, tilevning og læring verður trivnaðurin og barnið ment.

Samband

Bústaður: Vágsvegur 71

Telefon: 23 93 23

Árshjólið

Árshjólið í frítíðarskúlanum er bygt á mentan og siðvenju, og fevnir um tær fýra árstíðirnar. Hetta merkir, at ymiskar hendingar gjøgnum árið, seta sín dám á tað, sum fyrigongur í frítíðarskúlanum. Í árstíðunum verða m.a. hesar hendingar viðgjørdar:

Summar

  • Summartúrur til Sandvíkar og Sumbiar.
  • Evnismána um Tofta Regin.
  • Okur ynskja nýggju børnunum, sum byrja í 1. flokki, vælkomnum.
  • Hvar búgva tykur?

Heyst

  • Halloween.
  • 1. november: minningardagur teirra sjólætnu.
  • Heysttúrur til Hvalbiar.
  • Í november gera okur jólagávur.
  • Evnisvika um Ruth Smith.

Vetur:

  • Jól.
  • Føstulávint.

Vár

  • Páskir.
  • Flaggdagur.
  • Vártúrur til Hovs.
  • Grækarismessa.
  • Grindabátarnir
  • Rørsluvika.
  • Fernisering.
Tey námsfrøðiligu virðini

Okur vilja við hesum vísa á, hvørji pedagogisk kjarnuvirði okur í frítíðarskúlanum vilja geva víðari til okkara børn.

Hetta hava okur gjørt, soleiðis at virðini blíva sjónlig fyri okkum starvsfólk og teimum, sum brúka okkara frítíðarskúla. 

Endamálið við námsfrøðiliga virkseminum er, at í gjøgnum umsorgan, sosialisering, tilevning og læring verður trivnaðurin og barnið ment.

Við hesum í huga mugu okur gera okkum nakrar tankar um, hvussu okur vísa umsorgan, hvussu og hvat okur ynskja at børnini læra, og hvussu børnini kunnu blíva ment. Í øðrum orðum mugu okur hugsa um, hvørji virðir okur ynskja at leggja í okkara námsfrøðiliga virksemi.

Okur sum menniskju hava øll virðir. Hesi vera skapt í einum sosialum samspæli millum tann einstaka og samfelagið. Skilt soleiðis, at hvørt einstaka menniskja hevur uppruna í, og verður ávirkað í og av, umhvørvinum, sum tað er vaksið upp í. Familjan og nærumhvørvið hava størstu ávirkanina á, hvørji virðir okur øll hava.

Virðir og normar eru í ævigari broyting við samspælið í samfelagnum. T.d. hevur politikkur, religión og tíðin ávirkan á, hvørji virðir gera seg galdandi hjá einstaklinginum. 

Undir hugtakinum nærumhvørvið er neyðugt at taka barnagarðar, skúlar og frítíðarskúlar við, tá at tað er her, at børnini brúka meginpartin av síni tíð. Tískil er avgjørt neyðugt at hugsa um, hvussu okur sum stovnur ávirka børnini, og hvat okur ynskja, at børnini fáa við sær í førningin. Í stuttum kunnu okur siga, at virðini lýsa, hvat okur í okkara gerandisdegi leggja dent á, í okkara námsfrøðiliga virksemi á stovninum.

Fyri, at okur skuldu finna fram til okkara námsfrøðiligu kjarnuvirði í frítíðarskúlanum, bleiv hugsað um:

  • hvat eyðkennir frítíðarskúlan.
  • hvørjar eginleikar ynskja okur, at frítíðarskúlin skal hava. 

Tey virði, ið okur áseta, skulu vera eginleikar, ið okur ikki kunnu arbeiða uttan. Tey skulu stýra okkara gerandisarbeiði og leiða okkum fram í okkara arbeiði.

Kjarnuvirðini á stovninum skulu okur skapa saman, soleiðis at okur altíð arbeiða sum ein eind, við tí sama máli fyri eygað, ið er at finna finna ein felags samleika. 

Í hesum skulu okur hugsa um, hvussu okur velja at avgreiða og raðfesta uppgávur, hvussu okur tosa við hvønn annan, og tann hátt okur møta børnum, foreldrum og samstarvsfeløgum. Tí blíva virðini her í frítíðarskúlanum ikki verðulig og brúklig, fyrr enn okur seta orð á og staðfesta, hvat tey merkja fyri okkum. Okur mugu fara frá orðum til handling.

Yvirskipað merkir tað at arbeiða eftir virðinum, at

  • okur sum arbeiðspláss hava færri reglar.
  • okur hava størri ávirkan og samábyrgd av okkara arbeiði.
  • okur hava skyldug at koma við íkasti til broytingar.

Tað er umráðandi, at tað námsfrøðiliga læringsumhvørvið, ið okur skapa, er mennandi og stuðlandi, og at okur skapa eitt staður, har øll børn sleppa við í ein felagsskap.

Viðvíkjandi sjúku á stovni o.a.

Høvuðsreglan er, at sjúk børn kunnu ikki koma á stovn, fyrr enn smittuvandin er av. Børn kunnu vera ússalig, uttan at tey hava fepur. Vísur tað seg, at barnið er serliga knarrut ella troytt, kann barnið hava brúk fyri at vera heima. Barnið skal vera frískt og skal kunna vera við í øllum virksemi, sum er á stovninum. Um starvsfólk eru í iva um, um eitt barn er sjúkt og smittar, kunnu tey biðja foreldrini um eina meting frá kommunulækna.

Um barnið verður sjúkt á stovninum, seta starvsfólkini seg í samband við foreldrini.

Vegleiðing til foreldur um sjúkur
Les vegleiðingina til foreldur og starvsfólk um ymiskar sjúkur her.