Eikilund
Dagstovnurin Eikilund hevur seks stovur: tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Eikilund er normeraður til 90 børn, 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Umframt tær seks stovurnar, so hevur stovnurin fleiri alrúm, sum børnini spæla í. Uttanfyri er stórt spælipláss til børnini.
Dagstovnurin hevur tríggjar setningar, sum arbeitt verður dagliga við. Hesir setningar eru:
- kreativitetur
- náttúra
- siðvenjur
Námsætlanini hjá Eikilund kann lesast her.
Bústaður: Kráarvegur 19
Teldupostur: eikilund@vagur.fo
Telefonnummur hjá ymsu stovunum:
- Baldursbrá: 23 93 44
- Akkuleya: 23 93 45
- Blákollan: 23 93 46
- Summardáin: 23 93 49
- Børkubondin: 23 93 47
Á starvsfólkafundum og ráðleggingardagum arbeiða okur miðvíst við námsætlanini, ið inniheldur 7 ymisk menningarøkir, og sum umfatar allar aldursbólkar innan dagstovnaøkið:
- Persónligir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: tilknýti, sjálvsálit, sjálvsvirði, sjálvbjargni, at hava virðing fyri hvørjum øðrum, kreativitetur o.a.
- Sosialir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: tíð og karmar fyri spæli, skapa vinarbond, empati, loysa tvístøður, sosialir normar o.a.
- Málsligir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: seta orð á, syngja, lesa søgur, spæl, upplivingartúrar, samlingar o.a.
- Náttúra og náttúrufyribrigdi, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: djór, gróður, náttúra og náttúrufyribrigdi o.a.
- Kroppur og rørslur, har vit arbeiða við lyklaorðum sum grov- og fínrørslur, teir ymisku sansirnir, rørslulig menning, reinføri, heilsugóður kostur o.a.
- Mentunarlig úttrykk og virðir, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: føroyska málið, bókmentir, tónleikur, sjónleikur, framsýningar, ymiskar siðvenjur o.ø.
- Skapandi evni, har arbeiða vit við lyklaorðum sum: at varveita tað skapandi, kreativa barnið, og skapa karmar fyri at úttrykka og menna hesar gávur.
Heilt frá føðing av hevur barnið ein grundleggjandi tørv á kropsligari nærveru fyri at merkja seg sjálvt og fyri at menna egnan kropsligan samleika – eina kropsliga kenslu av at vera ein sjálvur. Hetta er við til at gera, at barnið seinni fær eina mynd av, at eg eri eg, og tú ert tú. Eg vil virðast og tú skalt virða meg.
Um barnið ikki fær karmar, har tað kann mennast, kann menningin hjá barninum standa í stað.
Fyri at barnið skal mennast, má tað hava persónar tætt at sær, sum kunnu skapa karmar, soleiðis at barnið kann menna sínar førleikar, so tað á bestan hátt kann klára seg í nútíðarsamfelagnum.
Umráðandi er, at okur, sum standa barninum tættast, duga at taka støði í tí einstaka barninum við námsligum innliti í, hvar barnið er í menningini.
Eisini krevst, at okur sum standa barninum tættast, skapa eitt ”rúm”, har barnið kann menna seg til at fáa eina sterka perónligheit, sum kann møta verðini við eini jaligari lívsáskoðan, einum góðum sjálvsvirði, og at barnið lærir at virða onnur menniskju.
Eisini krevst:
- Góð tíð til barnið – gott tol frá uppalarum
- Uppmerksemi
- At okur vaksnu ”skumpa” undir
- At barnið hevur nærløgd vaksin, sum halda barninum til
- At barnsins sjálvsvirði og sjálvsálit verða styrkt
- At okur vaksnu hava umsorgan fyri barninum
- At barnið sleppur at royna seg
- At okur vaksnu skapa eitt trygt og gott umhvørvi inni og úti
- At barnið følir seg vælkomið og virt, so sum tað er
- At barnið følir, tað hoyrir – at barnið følir seg sum ein part av stovuni/stovninum
- At barnið fær rættan kost og rørir seg
- At barnið hevur viðvirkan á sín gerandisdag – at barnið hevur ein ríkan gerandisdag
- Eisini er umráðandi, at okur vaksnu møta barninum á tí støði, tað er á, og síðani geva barninum tað, ið barnið hevur tørv á til víðari menning.
Tað er ógvuliga umráðandi, at barnið hevur onkran, ið tað kann knýta seg at, og sum eisini knýtir seg at tí, og sum gevur barninum umsorgan og nærveru. Týdningarmikið er at vita, at eitt inniligt, kærleiksfult, tætt, heitt, trygt, og álitsfult nærsamband millum barn og vaksin er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at barnið fær eina nattúrliga og sunna menning.
Okur eru tilvitað um, at vit sum starvsfólk her á staðnum hava ábyrgdina av, at øll børn her á stovninum trívast og mennast.
Fær barnið sínar tørvir nøktaðar, kennir barnið seg góðtikið. Longu nýføðingurin, sum hevur eginleika at skapa sambond, vísir ónøgd við at gráta og vælveru, tá hann er mettur. Umráðandi er at tann vaksni dugir at týða teknini, sum barnið gevur, og at hann uppfyllir tørvin hjá barninum, eisini tann sálarliga og kensluliga tørvin. Fær barnið hesar tørvir nøktaðar, kennir tað seg góðtikið, merkir eisini, at tað verður elskað treytaleyst. Tá ið barnið kennir seg góðtikið, fáa okur ofta eitt barn, sum kennir seg trygt. Á henda hátt fær barnið álit á sær sjálvum til at ávirka umhvørvið.
Umráðandi er, at okur, sum starvsfólk á stovni, duga at síggja tørvin hjá hvørjum einstøkum barni. At okur síggja og virða barnið fyri tað, sum tað er, og ikki fyri tað, sum tað ger.
Okur vilja arbeiða soleiðis, at okur eru tilvitað um, hvat barnið kann ella skal mennast í á teimum ymisku økjunum: persónligt, sosialt, kensluligt, kropsligt o.s.fr. svarandi til sín aldursbólk.
Grov- og fínrørslur hjá barninum verða bæði stimbrað eins væl inni sum úti. Okur meta, at grovrørslurnar hjá barninum verða væl stimbraðar úti í garðinum. Úti í garðinum kann barnið ganga á sløttum, men eisini í ójøvnum lendi, reiggja, skreiða, sleða um veturin, sparka fótbólt, klatra, rusja o.s.fr. Okkara góði garður hevur alskins møguleikar, sum gera, at barnið fær ment sínar fínrørslur, t.d. við at spæla við sand, fylla vatn úr krananum í kannir/spannir o.s.fr.
Innandura hava okur nógvar møguleikar, so barnið fær fordjúpa seg í spæli, innan handverk og list, sum t.d. at klippa, líma, mála og ymiskt annað.
Viðvíkjandi sjúku á stovni o.a.
Høvuðsreglan er, at sjúk børn kunnu ikki koma á stovn, fyrr enn smittuvandin er av. Børn kunnu vera ússalig, uttan at tey hava fepur. Vísur tað seg, at barnið er serliga knarrut ella troytt, kann barnið hava brúk fyri at vera heima. Barnið skal vera frískt og skal kunna vera við í øllum virksemi, sum er á stovninum. Um starvsfólk eru í iva um, um eitt barn er sjúkt og smittar, kunnu tey biðja foreldrini um eina meting frá kommunulækna.
Um barnið verður sjúkt á stovninum, seta starvsfólkini seg í samband við foreldrini.
Vegleiðing til foreldur um sjúkur
Les vegleiðingina til foreldur og starvsfólk um ymiskar sjúkur her.