TT

Bygnaðurin

Vágs Kommuna er skipað í tveimum høvuðspørtum: býráðið og fyrisitingin.

Býráðið er ovasti politiski myndugleiki í kommununi. Býráðið tekur avgerðir um yvirskipað mál, sum fíggjarætlan, býarskipan og størri verkætlanir. Limirnir í býráðnum eru valdir av borgarunum, og arbeiða gjøgnum ymiskar nevndir, sum fyrireika og viðgera mál innan síni øki.

Fyrisitingin tekur sær av dagliga rakstrinum av kommununi. Starvsfólkini í fyrisitingini fyrireika mál til politiska viðgerð, seta í verk avgerðir hjá býráðnum og nevndunum og tryggja, at tænasturnar til borgararnar virka væl. Fyrisitingin fevnir um ymisk fakøki, eitt nú trivnað, fíggjar, teknisk viðurskifti og umsiting.

Saman tryggja býráðið og fyrisitingin eitt greitt arbeiðsbýti, har politikkur og umsiting ganga hond í hond.

Býráðið og nevndirnar

Vágs býráð er mannað av 9 fólkavaldum. Undir býráðnum eru seks nevndir við hvør sínum trimum fólkavaldum limum. Nevndirnar eru skipaðar við hvør sínum forfólki.

  • Fíggjarnevndin fyrisitur tey málsøki, sum løgd eru til hana sambært kapittul 8 í kommunustýrislógini. Fíggjarnevndin fyrisitur m.a. hesi málsøki: fíggjarviðurskifti, starvsfólkaviðurskifti, ognir kommunurnar, trygging av virðum hjá kommununi, leigumál meira enn 5 ár og kommunalu fyrisitingina.
  • Havna- og vinnunevndin fyrisitur m.a. hesi málsøki: Vágs Havn, bátahyl, vinnubygningar og vinnuøki, brandstøð/sløkkilið, handils- og tænastuvinna, ferðavinna, olju-/orkuvinna og fiskivinna, vinnunýskapan, matstovu- og dansiloyvið, neystaøkið, økið kring Vágsfjørð og vitar o.l.
  • Tekniska nevnd fyrisitur m.a. hesi málsøki: býarskipan og byggisamtyktir, byggi- og lendismál, vegir og ferðslumál, vatnveiting og vatngóðsku, kloakkir og yvirflatuvatn (áir, veitir osv.), gøtuljós, bingjuplássi og renovatión, býarfríðkan (gøtir, viðalundir, spælipláss osv.), onnur teknisk viðurskifti, ið ikki hoyra undir aðra nevnd, kirkjugarðar osv. og orkuveiting til kommunalar bygningar.
  • Mentamálanevndin fyrisitur m.a. hesi málsøki: fólkaskúla herundir FabLab, forskúla, kvøldskúla, musikkskúla, býarbókasavn, stuðulsskipanir, svimjihøll, uttandura vallir, ítróttaranlegg, ítróttarhallir og spælipláss og onnur mál av mentunarligum týdningi í kommununi.
  • Barna- og ungdómsnevndin fyrisitur m.a. hesi málsøki: dagstovnaøki, ungdómshúsið, frítíðarvirksemið fyri børn og ung, frítíðarskúla, herundir virksemi við tilknýti til Ungdómshúsið og ungdómstilboð fyri árgangirnar frá 3. flokki til og við 25 ár.
  • Sosiala- og heilsunevndin fyrisitur m.a. hesi málsøki: barnavernd herundir SSP, barnaverkætlanin (3 ára royndarverkætlan), barnatannrøkt, familjupolitikkur, fólkaheilsa, integratión, eldrasambýlið, Hamragarð, heilsumiðstøðin, bústað til læknaavloysarar, §5 tímar samb. dagstovnalógini og eldratilboð.

Býráðið og nevndirnar eru nágreinaðar í Kommunustýrisskipanini hjá Vágs Kommunu. Kommunustýrisskipanin kann lesast her.

Leiðslan

Dagliga leiðslan í Vágs Kommunu er skipað við einum greiðum bygnaði.

Borgarstjórin er ovasti politiski leiðarin og hevur ábyrgd av at leiða býráðsarbeiðið og seta kósina fyri menningini í kommununi. 

Býráðsskrivarin er ovasti fyrisitingarligi leiðarin og hevur ábyrgd av dagliga rakstrinum, samskipan av fyrisitingini og at tryggja, at politiskar avgerðir verða settar í verk. 

Undir hesum eru fakligir leiðarar:

  • Fíggjarleiðarin, sum hevur ábyrgd av fíggjarstýring og búskapi.
  • Tekniski leiðarin, sum tekur sær av tekniskum øki, bygging og infrastruktur.
  • Trivnaðarleiðarin, sum hevur ábyrgd av trivnaði, vælferð og tænastum til borgararnar.

Saman tryggjar leiðslan eina væl skipaða fyrisiting og eina greiða arbeiðsbýti í kommununi.