TT

Vælkomin til Vágs

At flyta til ein nýggjan stað kann vera bæði spennandi og avbjóðandi. Nýggj mentan, nýtt mál og nýggj skipanir kunnu vera torfør at finna runt í. Tí hava kommunurnar í Suðuroy sett ein felags integratiónssamskipara, sum skal hjálpa nýggjum borgarum at finna seg til rættis og gerast ein virkin partur av samfelagnum.

Miðað verður eftir, at øll, sum flyta til Vágs, fáa eina góða byrjan. Integratión snýr seg um nógv meira enn arbeiði og bústað. Tað snýr seg eisini um at læra málið, skilja samfelagið, skapa sambond og kenna seg vælkomnan í lokalsamfelagnum.

Integratiónssamskiparin arbeiðir fyri at:

  • hjálpa nýggjum borgarum at finna seg til rættis í Føroyum og í Suðuroy
  • vegleiða um føroyskar skipanir og almennar tænastur
  • stuðla undir føroyska málundirvísing og luttøku í samfelagnum
  • knýta samband millum borgarar, kommunur, stovnar og feløg
  • arbeiða fyri góðari integratión á øllum økjum í samfelagnum

Hvør kann fáa hjálp?
Integratiónssamskiparin er til fyri øll, sum eru flutt til Vágs – bæði einstaklingar og familjur.

Tú kanst fáa vegleiðing um eitt nú:

  • bústað og búseting
  • arbeiðsmarknað og arbeiðsmøguleikar
  • føroyska skúlan og dagstovnar
  • føroyska málið og málundirvísing
  • heilsuverkið
  • frítíðarvirksemi, feløg og sosial netverk
  • almennar skipanir og rættindi

Samstarv millum kommunurnar

Integratiónsarbeiðið er eitt felags átak hjá kommununum í Suðuroy. Við einum felags integratiónssamskipara vilja kommunurnar tryggja, at nýggir borgarar fáa eina góða móttøku og somu góðu møguleikar, óansæð hvar í oynni teir búgva. Málsetningurin er, at Suðuroy skal vera eitt stað, har fólk kenna seg vælkomin, fáa møguleikar at mennast og kunnu skapa sær eitt gott lív.

Set teg í samband

Hevur tú spurningar, ella hevur tú tørv á vegleiðing, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við integratiónssamskiparan.

Integratiónssamskipari: Jens Arni Leo Hammerfoss