TT

Verkstaðurin inni á Bakka

Vardi verkstaðurin inni á Bakka er ein arbeiðs- og aktiveringsstaður, sum gevur fólki við menningartarni og breki ein innihaldsríkan dag, við ymiskum handaligum arbeiði og øðrum, ið hevur áhuga, og sum hoyrir dagligdengum til.

Á verkstaðnum starvast fýra fólk; ein námsfrøðingur, ein amboðsatstøðingur, eitt hjálparfólk og leiðarin. Dagliga eru 16 fólk knýtt at verkstaðnum, har ímillum búfólkið hjá Sambýlinum á Báraldarfløtti, og annars fólk við menningartarni og breki í oynni.

Upptøka og vitjan

Upptøkureglar kunnu fáast við at venda seg til leiðarin á verkstaðnum.

Um einstaklingar ella bólkar ynskja at vitja stovnin, so kann hetta fáast í lag við at set seg í samband við leiðarin.

Upplatingartíðir

Verkstaðurin hevur eisini eina sølubúð, sum er opin mánadag til hósdag frá kl. 09:00 til 15:30, og fríggjadag frá kl. 09:00 – 13:00. Í sølubúðini ber til at keypa lutir, sum eru gjørdir á verkstaðnum.

Samband

Bústaður: Eggjavegur 2

Teldupostur: abakka@naerverk.fo