TT

Ferðavinnuætlan fyri Vágs Kommunu

Ferðavinnan er ein vinna í vøkstri og tað er týdningarmikið at skipa og menna ferðavinnuna á einum málrættaðum og ábyrgdarfullum grundarlagi. Vágs Kommuna stuðlar nýhugsan og menning av ferðavinnuni.

Í Vági er ferðavinnan knýtt at býarlívi, náttúru, mentan og viðkomandi virksemi. Dentur er lagdur á gott infrakervi, mentanarlig tiltøk og eina fjølbroytta ferðavinnu, sum verður samskipa við gerandislívi í býnum.

Vágs Kommuna ynskir at virka sum ein miðdepil fyri ferðavinnuaktørar og at menna hugskot, tilboð og tænastur, soleiðis at ferðavinnan kann elva til framhalandi vøkstur í lokal samfelagnum.

Endamálið er at menna eina burðardygga ferðavinnu, sum er bygd á virðing fyri náttúru, djóralívi, heimafólki, vinnulívi og mentanini. Ferðavinnan í Vágs kommunu skal vera sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg og ganga hond í hond við lokala samfelagið. Hon skal skapa virðir og trivnað fyri ferðandi, heimafólki og vinnuna, samstundis sum hon verjir og varðveitir tað, sum ger Vágsbygd serliga.

Ferðavinnuætlanin

Ferðavinnuætlanin fyri Vágs Kommunu er framleidd talgilt. Hetta merkir, at tú kanst lesa ferðavinnuætlanina her á heimasíðuni og prenta hana út.

Les ferðavinnuætlanina fyri Vágs Kommunu her.

Heinta niður ferðavinnuætlanina fyri Vágs Kommunu her.