Skrivstovulandslag
Í dag fyrigongur alt meira arbeiði talgilt. Hetta merkir, at ein ikki longur er eins knýttur at fysisku staðsetingini hjá arbeiðsplássinum, sum fyrr, og við hesum lata møguleikar sjeg upp. Eitt nú kann ein í dag arbeiða fyri eina fyritøku ella stovn í miðstaðarøkinum ella í útlandinum og búgva í Vági og “vera til arbeiðis” í Vági. Arbeitt verður yvir neti og møguleiki er at sita í skrivstovuhølum í Vági.
Vágs Kommuna bjóðar øllum møguleikan at leiga skrivstovuborð í húsunum á Vágsvegi 61 fyri ein sømuligan kostnað. Íroknað er gott netsamband, køks- og vesihentleikar og fundarhøli. Húsið liggur mitt í Vági. Talan er um hølir har leigararnir koma at sita saman við øðrum í líknandi støðu, men hava egna arbeiðsstatión. Felags hølini hava eisini við sær, at leigararnir koma í samband við aðrar persónar, ið koma at gera brúk av skrivstovulandslagnum. Harvið situr ein ikki einsamallur og møguleikin letur upp fyri sparring og netverkan.
Í skrivstovulandslagnum ber til at leiga skrivstovuborð í styttri og longri tíðarskeiðum. Prísirnir eru frá 855 kr. um mánaðin fyri longri leigu, og 50 kr. um dagin fyri styttri leigu. Í prísinum er internet, køks- og vesihentleikar og fundarhøli.
Tey, sum eru áhugaði at leiga, kunnu senda ein t-post til vagur@vagur.fo ella ringja til 66 30 00.
Fyritøkur
Skrivstovulandslagið gevur fyritøkum møguleika at leiga borð til starvsfólk, ið eitt nú taka sær av fyrisiting o.ø. skrivstovuarbeiði. Starvsfólkini koma sostatt at arbeiða í einum umhvørvi, har onnur fólk hava sín gerandisdag uttan at hetta ávirkar neiliga.
Íverksetar
Skrivstovulandslagið gevur íverksetum møguleika at arbeiða í einum kveikjandi umhvørvi, har onnur fólk við servitan eisini eru til staðar. Íverksetar kunnu leiga eitt skrivstovuborð og gera brúk av heintleikunum í skrivstovulandslagnum og netverka við hini, sum hava sín gerandisdag í skrivstovulandslagnum. Lesið meira at vera íverkseti í Vágs Kommunu og um íverksetanarstuðulin her.
Coworking og ferðandi arbeiðsfólk
Skrivstovulandslagið er eisini ein gyltur møguleiki hjá ferðafólki, ið ferðast í meðan tey arbeiða. Rákið í útlondum er, at nógvar fyritøkur geva teirra starvsfólkum møguleika at hava fjararbeiði. Hetta merkir, at hesi starvsfólk kunnu ferðast har tey vilja, bert tey røkja teirra arbeiðsuppgávur. Í samband við hetta altjóðarák, so eru fleiri skrivstovulandsløg latin upp og á útlendskum verður hetta kalla coworking spaces. Skrivstovulandslagið hjá Vágs Kommunu skal tí eisini síggjast sum eitt coworking space, ið gevur ferðafólkum møguleika at arbeiða, meðan tey vitja í Vági.
Vitji hesar heimasíður:
Arctic Digital Nomads stuðulin
Ert tú klár/ur til eina uppliving, sum fer at broyta lívið í einum av heimsins mest bergtakandi landsløgum? Arctic Digital Nomads stuðulin bjóðar tær at búleikast í minst ein mánað við at arbeiða, skapa ella bara liva í teimum ævintýrligu umhvørvunum í Geirangerfjørðinum (Noreg), Tingeyri (Ísland) ella í Vági (Føroyar).
Les meira um stuðulin her.