TT

Sambýlið á Bárðarfløtti

Sambýlið á Bárðarfløtti er eitt heim til fólk við menningartarni. Sambýlið hevur fimm búfólk, sum hava egið kamar, har trý kømur hava egið baðirúm, meðan tvey kømur deilast um eitt baðirúm.

Fimm námsfrøðingar, eitt hjálparfólk og tríggir avloysarar eru knýttir at sambýlinum. Endamálið við arbeiðinum á sambýlinum er at skapa karmar fyri búfólkið, so tey hava møguleika fyri at mennast og støðast útfrá teimum ymisku fyritreytum, sum tey nú einaferð hava fingið tillutað. Uppgávan hjá starvsfólkunum er at veita námsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing við tí fyri eyga, at búfólkini fáa eitt gott lív, og í samfelag við onnur læra, hvat tað vil siga at liva í einum felagsskapi.

Stórur dentur verður lagdur á, at sambýlið er eitt heim í tí týdningi, at her ber til at koma bæði við sínum góðu og minni góðu upplivingum. Sambýlið er ein tryggur “basi”, har pláss er fyri bæði gleði og sorg, men eisini eitt stað, ið er merkt av hugna og sosialari samveru.

Eftir førimuni eru búfólkini við til at gera mat, vaska klæðir og gera reint á sínum kamari. Dentur verður lagdur á virðingina fyri tí einstaka, teirra mørkum og at øll hava rætt til eitt privatlív.

Øll búfólkini arbeiða allar gerandisdagar á varda verkstaðnum inni á Bakka. Í vikuskiftunum eru búfólkini ofta við til tiltøk, sum verða fyriskipa runt um í nærumhvørvinum. Eina ferð um árið verður skipað fyri eini ferð - antin í Føroyum ella uttanlanda.

Samband

Upplýsingar um upptøku á sambýlið eru at finna her.

Annars eru øll sjálvandi vælkomin til at ringja til sambýlið og hoyra nærri um virksemið.

Telefon 374074 ella 240474.