Økispsykiatriin er ein partur av psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Virksemið hevur til endamáls at styrkja og stuðla menniskjum við sálarligari órógv. Harafturat verður arbeitt við at geva stuðul og innlit í egna støðu, stuðul til at skipa dagin, samstarva við avvarðandi og onnur viðkomandi, eins og við samrøðum og við undirvísing.
Fólk við sálarligari órógv ella avvarðandi teirra kunnu venda sær til økispsykiatriina.
Økispsykiatriin virkar í allari Suðuroynni.
Økispsykiatriin er opin mánadag til fríggjadag millum 08.00-16.00.
Bústaður
Heilsumiðstøðin í Vági, Vágsvegur 77
Starvsfólk
Gunnhild Mortensen, sjúkrarøktarfrøðingur
Telefon: 23 46 67
Teldupost: gunmo@ls.fo
Annika J. Nolsøe, sjúkrarøktarfrøðingur
Telefon: 23 46 68
Teldupost: annno@ls.fo