Dagstovnaøki
Kommunala dagstovnaøkið fevnir um vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómshúsið.
Vøggustova og barnagarður halda til í dagstovninum Eikilund. Barnagarðsstovan, Sóljan, heldur til í Vágs skúla. Sóljan er ætlað børnum á síðsta árið, áðrenn hesi byrja í fólkaskúlanum.
Frítíðarskúlin er frítíðartilboð til børn í 1. og 2. flokki. Frítíðarskúlin heldur til í somu hølum sum Ungdómshúsið.
Vøggustova fulla tíð: kr. 1.800 í 11 mánaðir (juli fríur).
Vøggustova hálva tíð: kr. 900 í 11 mánaðir (juli fríur).
Barnagarður fulla tíð: kr. 1.800 í 11 mánaðir (juli fríur).
Barnagarður hálva tíð: kr. 900 í 11 mánaðir (juli fríur).
Frítíðarskúli: kr. 1.000 í 10 mánaðir (juli og august fríur).
Sysknaavsláttur
Eru fleiri systkin á ansingarstovnum, so er kostnaður í mesta lagi 3.500 kr. fyri eina familju.
Innskriving til barnagarð í Vágs kommunu fer fram á heímasíðuni við at trýsta á hetta leinki.
Leiðari fyri dagstovnaøkið er Anna Maria E. Jacobsen.
Telefon: 23 93 43
Teldupostur: eikilund@vagur.fo.
Dagstovnurin Eikilund
Dagstovnurin Eikilund hevur seks stovur: tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Eikilund er normeraður til 90 børn, 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Umframt tær seks stovurnar, so hevur stovnurin fleiri alrúm, sum børnini spæla í. Uttanfyri er stórt spælipláss til børnini.
Dagstovnurin hevur tríggjar setningar, sum arbeitt verður dagliga við. Hesir setningar eru:
- kreativitetur
- náttúra
- siðvenjur
Námsætlanini hjá Eikilund kann lesast her.
Bústaður: Kráarvegur 19
Teldupostur: eikilund@vagur.fo
Telefonnummur hjá ymsu stovunum:
- Baldursbrá: 23 93 44
- Akkuleya: 23 93 45
- Blákollan: 23 93 46
- Summardáin: 23 93 49
- Børkubondin: 23 93 47
Á starvsfólkafundum og ráðleggingardagum arbeiða okur miðvíst við námsætlanini, ið inniheldur 7 ymisk menningarøkir, og sum umfatar allar aldursbólkar innan dagstovnaøkið:
- Persónligir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: tilknýti, sjálvsálit, sjálvsvirði, sjálvbjargni, at hava virðing fyri hvørjum øðrum, kreativitetur o.a.
- Sosialir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: tíð og karmar fyri spæli, skapa vinarbond, empati, loysa tvístøður, sosialir normar o.a.
- Málsligir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: seta orð á, syngja, lesa søgur, spæl, upplivingartúrar, samlingar o.a.
- Náttúra og náttúrufyribrigdi, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: djór, gróður, náttúra og náttúrufyribrigdi o.a.
- Kroppur og rørslur, har vit arbeiða við lyklaorðum sum grov- og fínrørslur, teir ymisku sansirnir, rørslulig menning, reinføri, heilsugóður kostur o.a.
- Mentunarlig úttrykk og virðir, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: føroyska málið, bókmentir, tónleikur, sjónleikur, framsýningar, ymiskar siðvenjur o.ø.
- Skapandi evni, har arbeiða vit við lyklaorðum sum: at varveita tað skapandi, kreativa barnið, og skapa karmar fyri at úttrykka og menna hesar gávur.
Heilt frá føðing av hevur barnið ein grundleggjandi tørv á kropsligari nærveru fyri at merkja seg sjálvt og fyri at menna egnan kropsligan samleika – eina kropsliga kenslu av at vera ein sjálvur. Hetta er við til at gera, at barnið seinni fær eina mynd av, at eg eri eg, og tú ert tú. Eg vil virðast og tú skalt virða meg.
Um barnið ikki fær karmar, har tað kann mennast, kann menningin hjá barninum standa í stað.
Fyri at barnið skal mennast, má tað hava persónar tætt at sær, sum kunnu skapa karmar, soleiðis at barnið kann menna sínar førleikar, so tað á bestan hátt kann klára seg í nútíðarsamfelagnum.
Umráðandi er, at okur, sum standa barninum tættast, duga at taka støði í tí einstaka barninum við námsligum innliti í, hvar barnið er í menningini.
Eisini krevst, at okur sum standa barninum tættast, skapa eitt ”rúm”, har barnið kann menna seg til at fáa eina sterka perónligheit, sum kann møta verðini við eini jaligari lívsáskoðan, einum góðum sjálvsvirði, og at barnið lærir at virða onnur menniskju.
Eisini krevst:
- Góð tíð til barnið – gott tol frá uppalarum
- Uppmerksemi
- At okur vaksnu ”skumpa” undir
- At barnið hevur nærløgd vaksin, sum halda barninum til
- At barnsins sjálvsvirði og sjálvsálit verða styrkt
- At okur vaksnu hava umsorgan fyri barninum
- At barnið sleppur at royna seg
- At okur vaksnu skapa eitt trygt og gott umhvørvi inni og úti
- At barnið følir seg vælkomið og virt, so sum tað er
- At barnið følir, tað hoyrir – at barnið følir seg sum ein part av stovuni/stovninum
- At barnið fær rættan kost og rørir seg
- At barnið hevur viðvirkan á sín gerandisdag – at barnið hevur ein ríkan gerandisdag
Eisini er umráðandi, at okur vaksnu møta barninum á tí støði, tað er á, og síðani geva barninum tað, ið barnið hevur tørv á til víðari menning.
Tað er ógvuliga umráðandi, at barnið hevur onkran, ið tað kann knýta seg at, og sum eisini knýtir seg at tí, og sum gevur barninum umsorgan og nærveru. Týdningarmikið er at vita, at eitt inniligt, kærleiksfult, tætt, heitt, trygt, og álitsfult nærsamband millum barn og vaksin er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at barnið fær eina nattúrliga og sunna menning.
Okur eru tilvitað um, at vit sum starvsfólk her á staðnum hava ábyrgdina av, at øll børn her á stovninum trívast og mennast.
Fær barnið sínar tørvir nøktaðar, kennir barnið seg góðtikið. Longu nýføðingurin, sum hevur eginleika at skapa sambond, vísir ónøgd við at gráta og vælveru, tá hann er mettur. Umráðandi er at tann vaksni dugir at týða teknini, sum barnið gevur, og at hann uppfyllir tørvin hjá barninum, eisini tann sálarliga og kensluliga tørvin. Fær barnið hesar tørvir nøktaðar, kennir tað seg góðtikið, merkir eisini, at tað verður elskað treytaleyst. Tá ið barnið kennir seg góðtikið, fáa okur ofta eitt barn, sum kennir seg trygt. Á henda hátt fær barnið álit á sær sjálvum til at ávirka umhvørvið.
Umráðandi er, at okur, sum starvsfólk á stovni, duga at síggja tørvin hjá hvørjum einstøkum barni. At okur síggja og virða barnið fyri tað, sum tað er, og ikki fyri tað, sum tað ger.
Okur vilja arbeiða soleiðis, at okur eru tilvitað um, hvat barnið kann ella skal mennast í á teimum ymisku økjunum: persónligt, sosialt, kensluligt, kropsligt o.s.fr. svarandi til sín aldursbólk.
Grov- og fínrørslur hjá barninum verða bæði stimbrað eins væl inni sum úti. Okur meta, at grovrørslurnar hjá barninum verða væl stimbraðar úti í garðinum. Úti í garðinum kann barnið ganga á sløttum, men eisini í ójøvnum lendi, reiggja, skreiða, sleða um veturin, sparka fótbólt, klatra, rusja o.s.fr. Okkara góði garður hevur alskins møguleikar, sum gera, at barnið fær ment sínar fínrørslur, t.d. við at spæla við sand, fylla vatn úr krananum í kannir/spannir o.s.fr.
Innandura hava okur nógvar møguleikar, so barnið fær fordjúpa seg í spæli, innan handverk og list, sum t.d. at klippa, líma, mála og ymiskt annað.
Sóljan
Sóljan heldur til í Vágs skúla. Sóljan er ætla børnum í kommununi, sum hava eitt ár eftir í barnagarðinum, áðrenn tey fara í fólkaskúla.
Sóljan hevur pláss til áleið 20 børn, men talið kann skifta frá árgangi til árgang. Hetta merkir, at pláss er altíð fyri øllum børnum, sum hava eitt ár eftir áðrenn skúlabyrjan. Sóljan deilur hølir og heintleikar við Vágs skúla. Harvið hevur Sóljan góð hølisviðurskiftir og eitt stórt spælipláss á skúlalagnum.
Ein av høvuðssetningurin í Sóljuni er at skapað alskyns upplivingar fyri børnini, sum gevur børnunum møguleika at hyggja aftur á, og sum gevur teimum eitt sterkt grundalag víðari í lívinum.
Bústaður: Vágsvegur 32
Telefon: 23 93 42
í Sóljuni verður yvirskipað m.a. arbeitt við:
- At børnini verða samansjóðaði, áðrenn tey byrja í fólkaskúlanum. Samansjóðingin er m.a. at læra børnini at vera í bólkum, loysa tvístøður og stuðla vinarløg.
- At børnini eru í tryggum umstøðum.
- At børnini eru forvitin og hava dirvi.
- At børnini eru í støðum, sum gerast til upplivingar.
- At børnini læra bókstavir, tøl og tíð.
Frítíðarskúlin
Frítíðarskúlin heldur til í ungdómshúsinum, sum liggur miðskeiðis í bygdnini. Frítíðarskúlin er fyri børn í 1. og 2. flokki, eftir at undirvísingin gerandisdagar er liðug. Børnini í frítíðarskúlanum verða heintað í Vágs skúla og fylgd av námsfrøðingum til frítíðarskúlan.
Í frítíðarskúlanum verður nógv gjørt burturúr tí kreativa, har tey námsfrøðiligu virðini og árshjólið eru hornasteinar í arbeiðinum. Endamálið við námsfrøðiliga virkseminum er, at í gjøgnum umsorgan, sosialisering, tilevning og læring verður trivnaðurin og barnið ment.
Bústaður: Vágsvegur 71
Telefon: 23 93 23
Árshjólið í frítíðarskúlanum er bygt á mentan og siðvenju, og fevnir um tær fýra árstíðirnar. Hetta merkir, at ymiskar hendingar gjøgnum árið, seta sín dám á tað, sum fyrigongur í frítíðarskúlanum. Í árstíðunum verða m.a. hesar hendingar viðgjørdar:
Summar
- Summartúrur til Sandvíkar og Sumbiar.
- Evnismána um Tofta Regin.
- Okur ynskja nýggju børnunum, sum byrja í 1. flokki, vælkomnum.
- Hvar búgva tykur?
Heyst
- Halloween.
- 1. november: minningardagur teirra sjólætnu.
- Heysttúrur til Hvalbiar.
- Í november gera okur jólagávur.
- Evnisvika um Ruth Smith.
Vetur:
- Jól.
- Føstulávint.
Vár
- Páskir.
- Flaggdagur.
- Vártúrur til Hovs.
- Grækarismessa.
- Grindabátarnir
- Rørsluvika.
- Fernisering.
Okur vilja við hesum vísa á, hvørji pedagogisk kjarnuvirði okur í frítíðarskúlanum vilja geva víðari til okkara børn.
Hetta hava okur gjørt, soleiðis at virðini blíva sjónlig fyri okkum starvsfólk og teimum, sum brúka okkara frítíðarskúla.
Endamálið við námsfrøðiliga virkseminum er, at í gjøgnum umsorgan, sosialisering, tilevning og læring verður trivnaðurin og barnið ment.
Við hesum í huga mugu okur gera okkum nakrar tankar um, hvussu okur vísa umsorgan, hvussu og hvat okur ynskja at børnini læra, og hvussu børnini kunnu blíva ment. Í øðrum orðum mugu okur hugsa um, hvørji virðir okur ynskja at leggja í okkara námsfrøðiliga virksemi.
Okur sum menniskju hava øll virðir. Hesi vera skapt í einum sosialum samspæli millum tann einstaka og samfelagið. Skilt soleiðis, at hvørt einstaka menniskja hevur uppruna í, og verður ávirkað í og av, umhvørvinum, sum tað er vaksið upp í. Familjan og nærumhvørvið hava størstu ávirkanina á, hvørji virðir okur øll hava.
Virðir og normar eru í ævigari broyting við samspælið í samfelagnum. T.d. hevur politikkur, religión og tíðin ávirkan á, hvørji virðir gera seg galdandi hjá einstaklinginum.
Undir hugtakinum nærumhvørvið er neyðugt at taka barnagarðar, skúlar og frítíðarskúlar við, tá at tað er her, at børnini brúka meginpartin av síni tíð. Tískil er avgjørt neyðugt at hugsa um, hvussu okur sum stovnur ávirka børnini, og hvat okur ynskja, at børnini fáa við sær í førningin. Í stuttum kunnu okur siga, at virðini lýsa, hvat okur í okkara gerandisdegi leggja dent á, í okkara námsfrøðiliga virksemi á stovninum.
Fyri, at okur skuldu finna fram til okkara námsfrøðiligu kjarnuvirði í frítíðarskúlanum, bleiv hugsað um:
- hvat eyðkennir frítíðarskúlan.
- hvørjar eginleikar ynskja okur, at frítíðarskúlin skal hava.
Tey virði, ið okur áseta, skulu vera eginleikar, ið okur ikki kunnu arbeiða uttan. Tey skulu stýra okkara gerandisarbeiði og leiða okkum fram í okkara arbeiði.
Kjarnuvirðini á stovninum skulu okur skapa saman, soleiðis at okur altíð arbeiða sum ein eind, við tí sama máli fyri eygað, ið er at finna finna ein felags samleika.
Í hesum skulu okur hugsa um, hvussu okur velja at avgreiða og raðfesta uppgávur, hvussu okur tosa við hvønn annan, og tann hátt okur møta børnum, foreldrum og samstarvsfeløgum. Tí blíva virðini her í frítíðarskúlanum ikki verðulig og brúklig, fyrr enn okur seta orð á og staðfesta, hvat tey merkja fyri okkum. Okur mugu fara frá orðum til handling.
Yvirskipað merkir tað at arbeiða eftir virðinum, at
- okur sum arbeiðspláss hava færri reglar.
- okur hava størri ávirkan og samábyrgd av okkara arbeiði.
- okur hava skyldug at koma við íkasti til broytingar.
Tað er umráðandi, at tað námsfrøðiliga læringsumhvørvið, ið okur skapa, er mennandi og stuðlandi, og at okur skapa eitt staður, har øll børn sleppa við í ein felagsskap.
Foreldranetið Spírin
Vágs Kommuna hevur eitt foreldranet, sum verður nýtt til samskiftið millum ansingarøki og foreldur at børnum í ansingarøkinum. Foreldranetið er ein tryggur samskiftismiði.
Í foreldranetinum verður kunning frá stovunum løgd út til foreldrini. Talan kann verða um kunning til ávísar stovur ella til alt ansingarøkið. Foreldrini kunnu eisini samskifta ein til ein við avvarandi stovu um eitthvørt, og somuleiðis kunna stovurnar senda boð út til ávís foreldur.
Til ber hjá foreldrum, at stovnað sær brúkara til foreldranetið Spírin.Trýst á leinki og útfyll teigarnar.
Um broytingar skulu gerast ella um innritanin ikki virkar, so ber til at venda sær til stovnin, sum barnið gongur á.
Soleiðis fært tú foreldranetið á tína snildtelefon.
- Far inn á Appstore ella Google play
- Skriva "Krea" ella "Intranet" í leitifeltið. Ein blá app, sum eitur Intranet vil koma fram í leitiúrslitið, vel hesa.
- Legg inn appina INTRA á telefonina (sí mynd).
Lat appina upp og skriva brúkaranavn og loyniorð, sum tú hevur fingið sendandi frá Vágs Kommunu.
Trýst á leinki og fá stuttu vegleiðingina til foreldranetið Spírin. Eru ivamál, so ber til at spyrja starvsfólk á ansingarøkinum.
Viðvíkjandi sjúku á stovni o.a.
Høvuðsreglan er, at sjúk børn kunnu ikki koma á stovn, fyrr enn smittuvandin er av. Børn kunnu vera ússalig, uttan at tey hava fepur. Vísur tað seg, at barnið er serliga knarrut ella troytt, kann barnið hava brúk fyri at vera heima. Barnið skal vera frískt og skal kunna vera við í øllum virksemi, sum er á stovninum. Um starvsfólk eru í iva um, um eitt barn er sjúkt og smittar, kunnu tey biðja foreldrini um eina meting frá kommunulækna.
Um barnið verður sjúkt á stovninum, seta starvsfólkini seg í samband við foreldrini.
Vegleiðing til foreldur um sjúkur
Les vegleiðingina til foreldur og starvsfólk um ymiskar sjúkur her.