TT

Vágs Havn

Bryggjan 5, 900 Vágur

Ferðafólkaskip

Vágs Havn hevur hevur góðar umstøður at taka ímóti ferðamannaskipum – við tveimum aløgubryggjum, sum eru ávíkavist 86 metrar við 10 metrar dýpi og 130 metrar við7 metrar dýpi.

Ferðafólkaskip leggja at í hjartanum í Vági - bryggjan er 400 metrar frá miðbýnum. Vitjandi við skipum kunnu ganga frá bryggjuni ella fara í bus, um ynski er til tess.

Ein burðardygg vitjan

Í 2022 byrjaði Vágs Havn at fyrireika seg til at fáa ferðafólkaskip á vitjan. Í samband við fyrireikingarnar, so menti havnin, saman við kunningarstovuni, ein leist, har dentur er lagdur á burðardygd til frama fyri lokaløkið - sosialt og umhvørvisligt. Leisturin leggur eisini upp til, at vitjanin hjá ferðafólkunum gerst enn meira minnisrík.

Kunning og fyriskipan

Kunningarstovan í Vági samstarvar við Vágs Havn í samband við ferðafólkaskip. Kunningarstovan kann vegleiða vitjandi og geva kunningarfaldarar. Kunningarstovan liggur nærhendis Vágs Havn. Kunningarstovan kann fyriskipa og gera vitjanina í Vági heilt serliga við denti á burðardygd fyri lokaløkið og minnisríka fyri tey vitjandi.

Samband

Visit Suðuroy

Vágsvegur 57, 900 Vágur

Telefon: 23 93 90

T-postur: info@vagur.fo

Upplivingar

Vágur hevur eina serliga náttúru, sum gevur vitjandi góðar upplivingar. Nevnast kann Vágseiði, Eggjarnar, Rávuna, Í Botni, Ryskivatn og onnur. Eisini nærhendis Vág er Lopranseiði, Akraberg, Beinisvørð, Kirvi, osv.

Tað eru so eisini fleiri mentanar- og frítíðar upplivingar, sum Ruth Smith savnið, Biskupkelda, Vágs Kirkja, Johanna TG 326, Sluppsavnið, osv.  

Vágs Havn miðar eftir at vitjandi fáa eina góða móttøku, við at bjóða siðvenju føroyskum dansi og onnur mentanar átøk. Ferðaleiðirnar taka ímóti vitjandi og eru eyðkend við Ask Me fjalsstavinum.

Býarkortið
Samband

Vágs Havn: port@vagur.fo

Ferðafólkaskip: cruise@vagur.fo

Uppliv Vág

Ferðfólk fáa eitt serstakt upplivilsi, tá ið tey vitja Vág.

Faldarin til ferðafólkaskip

Les okkara faldara, sum er ætlaður ferðafólkaskipum. Faldarin vísir á hentleikar og tænastir, ið Vágs havn bjóðar. Faldarin lýsir eisini ferðavinnu tænastir, upplivingar og meira, sum ferðafólk kunnu fáa, tá tey vitja Vág.

Les faldaran her.

Limur í Cruise Europe

Í 2023 gjørdist Vágs Havn limur í felagsskapinum Cruise Europe. Cruise Europe er ein felagsskapur og eitt netverk fyri evropeiskarhavnir, sum arbeiða við ferðafólkaskipum. Les meira um Cruise Europe her.

Stuttfilmar

Stuttfilmarnir vísa, hvussu vitjanir kunnu verða fyriskipaðar av Miðlatúni, Vágs Havn og túrveitarum, har atlit verður tikið til lokalasamfelagið og upplivingina hjá ferðafólkinum.

Komandi vitjanir

Hebridean Sky

25. august 2026

Ocean Victory

9. mai 2027

MS Expedition

28. mai 2027

Ocean Victory

Albatros Expeditions

Faroe Ship

29. mai 2027

Hebridean Sky

8. juni 2027

Seabourn Venture

25. juni 2027

SeaDream 1

21. august 2027

Ocean Victory

14. mai 2028

Hebridean Sky

11. juni 2028

Farnar vitjanir

Her sæst yvirlitið yvir ferðafólkaskip, sum hava vitja Vágs havn. Trýst her.