TT

Starvslesandi

Ert tú undir hægri lesnaði í Føroyum ella uttanlands? Hevur tú eina lestrarhálvu, ið tú kanst nýta sum starvslesandi? Ella skalt tú í gongd við at skriva verkætlan um eitthvørt?

Vágs Kommuna er ein kommuna í stórari menning, og spenna størv og arbeiðsuppgávur víða. Lesandi kunnu tí søkja um at koma í starvlesna í Vágs Kommunu. Við starvslesandi fær Vágs Kommuna víðka um sítt netverk, samstundis sum tey starvslesandi, við ástøði og amboðum frá síni útbúgving, kunnu hava stóra ávirkan á hvussu ymisku verkætlanirnar og átøkini koma at síggja út í Vági.

Vágs Kommuna hevur leypandi nógvar spennandi verkætlanir. Fyri at hesar verkætlanir skulu gerast á skilabestan hátt, og fyri at náa bestu úrslitum, bjóðar Vágs Kommuna lesandi at gerast ein partur av ymisku verkætlanunum.

Hvør kann koma í starvslesna?
Tá arbeiðsuppgávurnar í Vágs Kommuna spenna víða, eru tað nógv ymisk starvsøkir, ið kunnu verða viðkomandi fyri tann lesandi. Tí er ávís útbúgving ikki eitt krav. Set teg í samband við Vágs Kommunu fyri at finna útav, um okur kunnu hjálpa tær - og tú har okkum.

Verkætlanarsamstarv?
Vágs kommuna er eisini áhuga í at taka ímóti tær, sum hevur eina áhugaverda verkætlan, sum tú og Vágs Kommuna kunnu arbeiða saman um.

Hevur hetta tín áhuga?
Hevur tað tín áhuga at gerast starvslesandi hjá Vágs kommunu, so kanst tú venda tær til Magnus Paula West, telefon 23 93 92, t-post magnus@vagur.fo.

Uppskot til verkætlanir ella uppgávur hjá starvslesandi
  • Ferðavinna: Menning av ferða- og upplivingarvinnuni í Vági?

  • Ferðavinna: Hvussu kunnu heimsmálini brúkast í ferðavinnuhøpi í Vági?

  • Tekniska øki: Brandstøð - tekna og projektera eina nýggja brandstøð.

  • Tekniska øki: Býarplanlegging – er verandi samtykt ein góð loysn?

  • Tekniska øki: Grøna umskiftið í kommununi – hvussu gerst Vágs Kommuna grønari?

  • Tekniska øki: Støðumeting og viðlíkahald av kommunalum bygningum. Hvussu kunna okur menna og fáa mest burturúr verandi bygningum? Ella finst ein betri loysn?

  • Kommunal menning: Hvussu kann Vágs Kommuna brúka heimsmálini í sínum virksemi?

  • Kommunal menning: Hvussu burdi bygnaðurin í kommununi sæð út? (organisering og strukturering)

  • Kommunal menning: Fíggjarstýring og optimering í Vágs kommunu.

  • Kommunal menning: Vágs havn – hvussu kann ein havn í útjaðaranum mennast?

  • Kommunal menning: Verkætlanarleiðsla – frá samtykt til veruleika.

  • Vinnumenning og íverksetan: Business Vágur sum business case.

  • Ítróttur: Ítróttur og samskipan av ítrótti uppá tvørs av ítróttagreinum.

  • Námsfrøði: Námsfrøði í útjaðarunum í Føroyum.

  • Námsfrøði: Føroyskt barnalív og mentan, við øllum ynskiligum menningarmøguleikum í nærumhvørvinum.

Aðrir møguleikar kundi verið:

  • HR
  • CSR/HTU
  • Marknaðarføring og samskifti
  • Coworking og workaction
  • Almenn fyrisiting
     

Ummælir

Starvslesandi í Miðlatúni við atlitið til Vágs Havn

Tórður A. Thomsen

Eg eri ordiliga takksamur fyri at eg fekk starvsvenjing í Miðlatún. Aftaná lestnaðin hevði eg tað torført at finna starvsvenjing innanfyri míni áhugamál, men fekk so ein góðan møguleika í Miðlatún. Eg fekk nógvan fríheit at arbeiða, lærdi nógv innanfyri business, burðadygd, ferðavinnu, marketing og annað. Starvsfólkini í Miðlatúni vóru stuðlandi og fitt og eg fari at sakna tíðina í Miðlatúni.

Eg mæli øllum til at fara í starvsvenjing í Vágs Kommuna, tí at møguleikarnar eru í hópatalið, men eisini tí at vágbingar eru tiltiknir blíðir og fittir. Tá mann hevur tað gott, so hevur mann ikki hug at fara avstað. Vónandi kann eg koma aftur til hesa vøkru bygd at arbeiða. Takk fyri.

Verkætlanaratstøðingur í Miðlatúni og Visit Suðuroy

Astrid Fisker-Bødker

Jeg havde en fantastisk tid i Miðlatún, klart den bedste i mit arbejdsliv hidtil. Fra start af fik jeg masser af frihed og ansvar til at løse mine egne opgaver og bidrage med idéer, og jeg oplevede at Miðlatún var meget åben overfor nye initiativer. Arbejdsopgaverne var spændende, og der var rigtig god faglig sparring, og mit team fik hurtigt udrettet mange resultater fordi samarbejdet var stærkt.

Som dansker var det også en virkelig fed oplevelse at få lov at arbejde kommunalt i Vág og få indsigt i arbejdskulturen, og også en god måde at komme ind i lokalsamfundet. Man får hurtigt et tilhørsforhold og en stor kontaktflade ved at arbejde i kommunen, og jeg vil til hver en tid anbefale andre at arbejde i Vág.