TT

Umsókn um frípláss á dagstovni, í dagrøkt og í frítíðarskúla, fyri tíðarskeiðið 1. august 2023 til 31. juli 2024

Tá barn byrjar á stovni, verður fíggjarligt frípláss játtað frá byrjunardegnum, um umsóknin verður latin inn í seinasta lagi ein mánað eftir byrjunardagin.

Umsóknin um framhaldandi frípláss skal latast inn áðrenn 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin

Søkjast skal av nýggjum á hvørjum ári.

Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.

*Tá støða skal takast til, um ein umsøkjari er einsamallur ella ikki, er bústaðurin í fólkayvirlitinum ikki avgerandi, men um umsøkjarin livir saman við øðrum, sambúgvandi ella giftur, og er hetta eisini galdandi, hóast viðkomandi ikki er foreldur at barninum/børnunum.
Við umsóknini skulu fylgja nágreinilig yvirlit yvir inntøkurnar fyri seinasta ár, og inntøkurnar higartil í ár. Hetta er eisini galdandi fyri hjúnarfelagan, sambúgvan ella tí umsøkjarin livir saman við.
Váttan frá TAKS um, at upplýsingarnar um skattskylduga inntøku og tal av heimabúgvandi børnum undir 18 ár, eru rættar.

Vart verður gjørt við, at tygum hava skyldu at boða frá broytingum í tygara/tykkara inntøkuviðurskiftum ella øðrum viðurskiftinum, sum hava týdning fyri rættin til heilt ella partvís frípláss. Umsitingin eftirkannar regluliga við stakroyndum upplýsingarnar. Um tað seinni verður staðfest, at broytingar ikki hava verið fráboðaðar, kann frípláss játtað á skeivum grundarlagi verða kravt aftur.

Umsókn um frípláss verður viðgjørt sambært kunngerð um fíggjarligt frípláss.