Umsókn um byggiloyvi
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.
Vegleiðing
- Hvørji fylgiskjøl skulu leggjast við í umsóknina?
Alt eftir, hvat søkt verður um, eru ymisk krøv til, hvørji skjøl skulu leggjast við í umsóknina. Niðanfyri sæst, hvørji fylgiskjøl eru kravd í hvørjum føri.
Sethús, tvíhús, rað-/ketuhús ella vinnubygningar
- Støðumynd 1:250/1:500
- Flatmyndir 1:100
- Tvørskurður 1:50 við tilfarslýsing
- Síðumyndir 1:100
- Kloakkplan 1:100
- Sertekning av brandkambi í tak og útveggi 1:20 (tvíhús/raðhús)
- Avrit av skeyti
- Møguligir servituttir
- Møguligt grannaloyvi
- Frágreiðingar og útrokningar
Bilhús/bilskýli
- Støðumynd 1:100
- Flatmynd 1:100
- Síðumyndir 1:100
- Tvørskurður 1:50 við tilfarslýsing
Uppíbygging
- Støðumynd 1:250 / 1:500
- Flatmynd 1:100 av verðandi og framtíðar støðu
- Síðumyndir 1:100
- Tvørskurður 1:50 við tilfarslýsing
Skúrur/hjallur
- Støðumynd við mátum og plasering
- Tvørskurður í minsta lag 1:100 við mátum og tilfarslýsing
Kvistar
- Tekningar av øllum viðkomandi útsíðum, í minsta lagi 1:100 við øllum mátum og tilfarslýsing
Umbygging
- Tekningar av øllum viðkomandi umbyggingum, sum skulu lýsast fyri at viðgera málið, flatmyndir, síðumyndir og tvørskurðar við tilfarslýsingum.
Spurningar
Spurningar í samband við byggiloyvi kunnu sendast til teldupost vagur@vagur.fo ella við at ringja til Vágs kommunu á tlf. 66 30 00 ella teknisku deild á tlf. 23 93 02.
Faldarin "Tá ið bygt verður"
Faldarin "Tá ið bygt verður" er gjørdur fyri at lætta um, tá ið søkt verður um byggiloyvi til t.d. sethús.
Í faldaranum eru dømi um tekningar, frágreiðingar og útrokningar o.a.