Tilmelding til musikkskúlan
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.
Prísir
- At ganga til ljóðføri: 600 kr um hálvárið
- Ljóðførisleiga: 350 kr um hálvárið
- Kórsangur: 400 kr um árið
- Systkin: -50% (hetta mugu foreldur upplýsa leiðaranum)
Teir fyrstu 6 undirvísingartímarnir eru at rokna sum royndartímar. Aftaná 6 royndartímar er tilmeldingin at rokna sum bindandi, og rokning verður send næminginum.
Undirvísingin kann ikki byrja, fyrr enn næmingurin er meldaður til hjá leiðaranum.
Viðvíkjandi næmingagjøldum, treytum og øðrum, verður víst til reglugerðina fyri Suðuroyar Musikkskúla. Hann kann fáast frá læraranum og leiðaranum