Jólatræið í Vági verður tendrað 29. november
23.11.2026
Sunnudagin 29. november klokkan 18.00 verður jólatræið hjá Vágs Kommunu tendrað, og lagt verður upp til eina hugnaliga løtu fyri alla familjuna.
Vikala Vilhelm lesur eina jólasøgu og Frelsunarherurin luttekur við sangi, og Sámal Midjord, korpsleiðari, lesur jólaevangeliið. Hornorkestrið á Tvøroyri setur dám á løtuna við horntónleiki. Jólamenninir koma sjálvandi á vitjan og teir hava pakkar við til børnini. Skótarnir bjóða bollar og heitt kakao á minnisvarðaøkinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til eina hugnaliga løtu í Vági.