TT

56 seglbátar vitjaðu Vágs havn

12.11.2026

Aftur í ár hava nógvir seglbátar lagt leiðina inn á Vágsfjørð. Talan er um 56 bátar – tríggir færri enn í 2025. Tó komu fleiri ferðafólk við bátunum í ár enn undanfarna ár.

Fyrsti seglbáturin kom 16. januar, sum er munandi fyrr á árinum, enn seglbátar vanliga koma. Hesin heldur stóri seglbáturin lá í Vági í tveir dagar, áðrenn leiðin gekk norðureftir. Umborð vóru níggju fólk. Næsti seglbáturin kom 22. apríl, og síðani tá hava seglbátar regluliga verið at síggja í Vágs havn.

Flestu bátarnir eru úr Evropa, men bátar úr Kanada, Avstralia og USA hava eisini vitjað. Seglbátarnir liggja í miðal tveir og ein hálvan dag í Vági, áðrenn teir sigla víðari. Meðan bátarnir liggja í Vági, plaga ferðafólkini at hvíla seg og gera brúk av hentleikum og tænastum, umframt at uppliva náttúruna í og kring Vág.

Í alt hava 191 ferðafólk verið umborð á seglbátunum, harav átta børn. Hetta eru munandi fleiri ferðafólk enn í fjør, tá 140 ferðafólk komu við teimum 59 seglbátunum.

Ferðafólkini lata væl at umstøðunum í Vági, og okur síggja eisini, at fleiri seglbátar leggja leiðina aftur til Vágs. Talan er bæði um bátar, sum hava vitjað undanfarin ár, og bátar, sum hava vitjað fleiri ferðir í ár.

Seinasti seglbáturin kom á Vág tann 8. oktobur.


Deil á facebook