TT

Løgmaður Beinir Johannesen var á vitjan.

11.11.2026

Í síðstu viku høvdu borgarstjórarnir í Suðuroynni vitjan av Beini Johannesen, løgmanni.

Okur hittust í Skemmukrambúðini í Porkeri, har práta var um ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri Suðuroynna.

Suðuroyartunnilin var eitt av evnunum, okur umrøddu, og sjálvandi eisini Smyril og tørvin á einum avloysaraskipi.

Løgmaður vitjaði eisini á Ítróttarháskúlanum í Suðuroynni, har hann millum annað royndi seg á sipline tvørtur um Múlagjógv. Harumframt vitjaði hann eisini aðrar stovnar í Suðuroynni.

Vágs Kommuna takkar løgmanni fyri vitjanina og fyri eitt gott prát um viðurskifti, sum hava týdning fyri Suðuroynna.


Deil á facebook