TT

Alt býráðið verður við til at gera fíggjarætlanina fyri 2027

01.11.2026

Í komandi viku fer Vágs býráð undir arbeiðið at leggja fíggjarætlanina fyri 2027. Hesa ferð verður arbeiðið skipað soleiðis, at alt býráðið verður við í tilgongdini.

Gjøgnum nógv ár hevur tað verið siðvenja, at tað hevur verið meirilutin í býráðnum, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gera fíggjarætlanina. Borgarstjórin vísir á, at hetta møguliga er fyrstu ferð í umleið 30 ár, at alt býráðið er savnað um arbeiðið at gera fíggjarætlanina. Hann ynskir við hesum at tryggja, at øll býráðsumboðini fáa møguleika at vera við og gera sítt til arbeiðið.

Tí fer alt býráðið í komandi viku at seta seg saman fyri í felag at arbeiða við fíggjarætlanini fyri 2027.

Endamálið er at skapa eina breiða tilgongd, har alt býráðið tekur lut í arbeiðinum við at raðfesta og leggja fíggjarligu karmarnar fyri Vágs kommunu í 2027.


Deil á facebook