Farið verður undir arbeiðið at gera mentanardepil í Vágs Skúla
Á býráðsfundinum í kvøld samtykti Vágs Býráð at seta arbeiðið við mentanardepilinum í Vágs Skúla í gongd. Verkætlanin fevnir um eitt nýtt auditorium í gamla svimjihylinum, umframt móttøku, hølir til musikkskúlan, uppihaldsøki og serveringskøki.
Verkætlanin er víðkað í mun til upprunaligu ætlanina, og tekniska deild hevur arbeitt við endaligum tekningum og kostnaðarmeting. Ein týðandi partur av arbeiðinum hevur verið at fáa eitt gott prísgrundarlag við at bjóða stóran part av verkætlanini út.
Samlaði metti kostnaðurin fyri verkætlanina er 13,7 mió. kr. Í hesum eru útreiðslur til byggiarbeiði, prosjektering, byggileiðslu, mvg og aðrar útreiðslur.
Nú verður farið undir fyrireikingarnar til byggiarbeiðið, og arbeiðið er væntandi at byrja skjótast gjørligt. Verkætlanin er mett at taka umleið 14–16 mánaðir.
Mentanardepilin skal skapa karmar fyri mentanarligum virksemi í Vági, har rúm verður fyri millum annað konsertum, ymiskt sum skúlin skipar fyri, fyrilestrum og øðrum tiltøkum.