Eldradagurin verður leygardagin 7. novembur í VB húsinum
27.10.2026
Nú nærkast eldradagurin, sum verður hildin leygardagin 7. november kl. 11.00–13.00 í VB-húsinum.
Eldradagurin er ætlaður borgarum í Vágs kommunu, sum eru 60 ár og eldri.
Á skránni verður leskiligur brunch frá Matstovuni Garðslon, Arnfinnur Thomassen fer at greiða frá søguni um Balmoral, og Orðið á borðið fer at luttaka við sangi.
Øll eru hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan fyrrapart við góðum mati, áhugaverdari frásøgn og sangi.