TT

Kom og dansa fólkadans sunnudagin kl. 15 -16 í auluni í Vágs skúla

20.10.2026

Kom og uppliv gleðina við føroyskum fólkadansi – saman við børnunum, ommu og abba ella øðrum í familjuni!

Føroyskur fólkadansur er ein hugnaligur og stuttligur máti at vera saman tvørtur um ættarlið. Her er pláss fyri bæði smáum og stórum, royndum dansarum og teimum, sum royna seg fyri fyrstu ferð.

Sharon Weiss stendur fyri dansiundirvísing, og har verður livandi tónleikur. Kristian Blak, saman við øðrum tónleikarum, spælir.

Annars verður orkestrið eitt ”opið orkestur,” har aðrir tónleikarar á ymsum støði, sum hava hug at royna seg, sleppa at taka lut eftir førimuni. Nótahefti fæst á staðnum ella við at skriva til sharonweissfaroes@gmail.com

Fólkatónleikarafelagið skipar fyri tiltakinum sum er frá kl 15.00-16.00 og er ókeypis. Tað er í auluni í Vágs skúla sunnudagin 15. novembur 2026.


Deil á facebook